Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Blaðsíða 77
Bendingamunur í faroyskum málforum
75
1.3 Jakob Jakobsen
Arini 1886-91 gav Hammershaimb Fœrosk anthologi út í tveimum
bindum (FA I—II). í fyrra bindi av hesum huvuðsverki hansara frá
seinri árum verður mállæran frá 1854 givin út aftur (undir yvirskrift-
ini „Sproglære“, s. LVII-CXVI, her stytt Hmb 91), men nú hevur Jak-
ob Jakobsen, ið tá las málfroði í Keypmannahavn, endurskoðað hana
(sí Weyhe 1996:313).
Her er eitt annað sundurbýti av málforunum enn í 1854. Jakob Jak-
obsen roknar við tveimum meginokjum ella hovuðsmálforum. Alt
sunnan fyri Skopunarfjorð nevnir hann „Sondenfjordsmálet" (eins og
Hmb 54 gjordi), og alt norðan fyri henda Qorð fyri „Nordenfjords-
málet“. Tey verða síðan býtt sundur aftur í undirokir. Sunnanfjorðs-
málið býtir hann sundur í „Suderomál og Sandomál“ (hóast hann ikki
sigur tað beinleiðis, so roknar hann helst málið í Skúgvoy og Stóru
Dímun við upp í sandoyarmálið, sbr. FA 1:460). Norðanfjorðsmálið
skiftir hann sundur í „Sydstromodialekten og Norderodialekten“. Suð-
urstreymoyarmálforið (í víðari merking) fevnir um Suðurstreymoy,
Vágar, Mykines, Nólsoy, Hest og Koltur. Innan fyri tað aftur roknar
hann við suðurstreymoyarmálfori í trongari merking, t. e. málið í
sjálvari Suðurstreymoy (og tann framburðurin er lagdur til grund fyri
ljóðskriftina í orðasavninum í FA II). Norðoyamálforið í víðari merk-
ing fevnir um Norðoyggjar, Eysturoy og Norðstreymoy. Hann sigur
um „0stero- og Norderomálet“, at tað „udgor denne dialektgruppes
egentlige bestanddel“ (Hmb 91:LIX), og um norðstreymoyarmálið, at
tað „danner et slags bindeled imellem de sidstnævnte to dialekter“,
t-e. millum suðurstreymoyarmál og norðoyamál (FA 11:464).5 Vit
merkja hjá Jakob Jakobsen ta somu óvissuna sum hjá Svabo og
Hammershaimb, tá ið rnork skulu dragast innan hetta okið í Norð-
°yggjum, Eysturoynni og Norðstreymoy (sbr. eisini FA 1:443).
5 Yvirlitið finst báði fremst í mállæruni í FA I, s. LVII ff. og — í styttri líki — aft-
ast í FA II (orðabókini), s. 464.
Annars er tað at siga, at her í Anthologiini verður fyri fyrstu ferð roynt at lýsa
foroyskan framburð (herundir málforini) á hollunt ljóðfroðiligum botni. Serliga kann
verða víst til s. 439-460 (Lydskriftprover) í FA I og ljóðskriftina í orðabókini í FA II.