Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Blaðsíða 88
86
Eivind Weyhe
(6) hvorf.flt. tungir móvir fagrir lítlir bengnir galnir frómastir
hvnnnf.flt. tunga móva fagra lítla bengna galna frómasta
Eisini í fornavnabendingunum hevur hann hesar fornu hvonnfalsform-
ar: hina, hesa, hása, kvörja, nálcra, kvörga, onga, aðra, báa (svarandi
til nútíðarforoyskt: hinar, hesar, hasar, hvorjar, nakrar, hvorgar, ong-
ar, aðrar, báðar). Þajr eitur tað tó báði í hvor- og hvonnfalli hjá
Jákupi Nolsoe. Tað sama er við talorðinum tvajr, meðan þríðjir í
hvonnfalli eitur þríðjaþ
Tað kann neyvan verða ivi um, at so sum hesir eldru hvonnfals-
formar verða umroddir í mállærunum í 19. old, mugu teir hava livað
longur í Suðuroynni enn aðrastaðni í Foroyum og hava ið hvussu so er
eitt skifti verið dialektalt eyðkenni fyri suðuroyarmál. Men tað er ilt at
siga, hvussu sterkir teir hava staðið. í kvæðum síggja vit teir ofta, eis-
ini hjá Svabo (men vit vita ikki, hvaðan hann hevði sínar uppskriftir).
Men nýtslan er ongantíð reglulig. Helst hevur skipanin ridlað eisini í
Suðuroy, longu um hetta mundið, sbr. tað ið tikið varð upp eftir
Hammershaimb um endingina í lýsingarorðum: „a bruges kun pá
Sydero, men heller ikke der stadig“ (Hmb 54:292), og at Jakob Jakob-
sen leggur hesa viðmerking heilt burturúr undir lýsingarorðunum í
1891. í týðingini hjá J. H. Schroter av Foroyingasogu (Rafn 1832) eru
teir eldru hvonnfalsformarnir ofta at síggja, men heldur ikki regluliga
har. Schroter var sum nevnt havnarmaður, men prestur í Suðuroy. Har
kann hann hava hoyrt leivdirnar av hesum fornu formum, men tað
kann eisini hava styðjað uppundir, at teksturin hann umsetti var ein
norronur tekstur. Og teir gomlu hvonnfalsformarnir hava uttan iva
flovað hjartað í Hammershaimb. Sum longu nevnt, undrar tað ein kan-
ska meira, at Jákup Nolsoe brúkar hesar formar (um ikki í navnorðum,
so í lýsingarorðum, fornovnum og talorðum). Men hann kann hava
vitað, at teir framvegis livdu (vit skulu minnast til, at hann var 50 ár
eldri enn Hammershaimb og næstan 100 ár eldri enn Jakob Jakobsen).
Og so skulu vit eisini minnast til, at hann er tann fyrsti sum í foroysk-
8 Jákup Nolsoe brúkar í stavseting síni báði (þ) og (ð) eftir norronari ella íslend-
skari fyrimynd, hóast ljóðini, ið tey upprunaliga umboðaðu, ikki longur vóru í
foroyskum. Lýsingarorðið tungur í (6) skrivar hann tó (helst av misgáum) við (t).
Nýtslan av (ð) er heldur sermerkt (t.d. skrivar hann (móvir) og ikki (móðir)).