Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Blaðsíða 93
91
Bendingamunur í faroyskum málfarum
fast um teir r-leysu formarnar. 1 1954 kom ein rættskrivingarnevnd
við úrskurði um, at fólk kundu velja frítt, hvonn formin tey vildu skri-
va, við ella uttan r. í Foroysku-donsku orðabókini (FDO) frá 1961 er
r sett í klombur, soleiðis at t. d. kvæði og eyga í flt. eita: k\>œði{r) og
eygu(r).
Urn kvœói sigur Flammershaimb í 1854, at tað „fár nordenfjords
nu almindelig i flt. kvœðir, som om det var et hankonsord“ (Hmb
54:286), og um eyga sigur hann: „Istedenfor flt. eygu bruges nu over-
alt i Stromodialekten og tildels ogsá pá Norderoerne eygur, hjertur,
som om det var flt. af hunkonsord pá -a“ (Hmb 54:289). Men í bend-
ingamynstrinum hevur hann bert teir r-leysu upprunaformarnar, t. e.
kvœði, eygu. Sambært hesum, so er hetta r nakað sum finst í
streymoyarmáli og fyri ein part í Norðoyggjum, ella við oðrum orð-
um stórt sætt norðan Skopunarfjorð, meðan upprunaformarnir eru
varðveittir sunnanfjorðs. Kvæðauppskriftir sunnanfjorðs, eitt nú
Sandoyarbók (skrivað 1821-31) vátta tó ikki hetta, tí har koma form-
ar við r javnan fyri.
Hmb 91 sigur einki um tað geografiska býtið, men setur í bend-
ingamynstrunum báðar formar upp lið um lið (klæði, -ir og eygu, -ur).
Um orðini, ið bendast sum eyga, stendur, at „I nf. og gf. flt. bruges
báde formerne pá -u og -ur, dog hyppigere endelsen -ur ved enkelte
ord end ved andre, hyppigst ved eygur og hjartur (Hmb 91:LXXVI,
LXXXII). Aftast í orðasavninum til Anthologiina (FA 11:462) stendur
henda viðmerking:
Pá samme máde [sum -ar og -ir í gerðarnavnorðum] veksle ved ik.-or-
dene [t. e. intetkonsordene = hvorkikynsorðini] pá -i endelsen -i og den
nu almindeligere -ir i nf. flt., f. eks. kvœðir.
I orðabókini (FA II) skiftir atferðin nakað frá orði til orð, tá ið fleir-
talsformurin skal nevnast. Ofta hevur hon dupultformar, stundum bert
formar við -r.
Tað eigur her at verða nevnt, at Jákup Nolsoe, sum annars var so
fegin um teir íslendsku formarnar, einans hevur formar við -ir í fleir-
tali, altso Spennir eins væl og Ojrir, Ejir og Hjörtir. Og tað hóast teir
íslendsku formarnir Eyru, Augu standa við síðuna av (Nols0e:36-37).
So hann tykist hava góðtikið hesa nýgerð.