Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Blaðsíða 83
Bendingamunur í faroyskum málforum 81
líknandi kervi til tað núverandi, at vera farin fram seint í tíðini, kanska
innan fyri tey síðstu 100-200 árini. Eysturoyggin (saman við
Kalsoynni) tykist sostatt vera bráðpannan, har bardagin framvegis
stendur millum eina eldri og eina yngri skipan.
2.1.2 /i/ og /u/ í levissimus
Tær kanningar, ið gjordar eru av endingasjálvljóðum í foroyskum,
tykjast benda á, at mótsetningurin millum /i/ og /u/ í næstsíðsta stav-
ilsi (penultima) er burtur og at hann helst longu hevur verið horvin um
tað mundið, tá ið nútíðarforoyskt fyrst verður fest á blað uml. 1800 (sí
t.d. Hagström 1967). Hetta ber í sær, at ljóðliga hoyrist eingin munur
niillum tann bundna eintalsformin hestinum og fleirtalsformin hestun-
um. Sama er við næstsíðsta stavilsi í bundnum endingum sum -inil-uni
í t. d. bygdini, konuni (vanliga framborin /bigdini, kornini/) og -irnar/
-urnar í t. d. bygdirnar, konurnar (vanliga framborin /bigdinar, ko:ni-
nar/). Fonetiskt kann samanfalsúrslitið liggja millum schwa og eitt i-
kent ljóð.
2.1.3. Morfologiskar avleiðingar
Sama um broytingarnar í endingunum verða tolkaðar sum fonetiskt
samanfall ella sum analogiskar útskiftingar (sbr. Hagström 1965:169-
171), hava tær við sær fylgjur fyri ta grammatisku skipanina. Vit nevn-
du í 2.1.2, at í hestinum - hestunum er munurin eintal/fleirtal
neutraliseraður í ollum bygdamálum. í bygdamálum við samanfalli
millum /-ir/ og /-ur/ og millum /-i/ og /-u/ hoyrist sjálvsagt ikki mun-
ur millum eintal og fleirtal í formporum sum vinur og vinir, stórur og
stórir, stóri og stóru, lýsti og lýstu.
Her eigur kortini at verða nevnt, at í navnorðum og lýsingarorðum,
har sum stovnurin endar við k (diykkur/drykkir, klókur/klókir), gg
(leggur/leggir, gloggur/gloggir) ella hjáljóði + g (ungur/ungir), hoyr-
ist munurin millum eintal og fleirtal framvegis, hóast u og i eru fallin
saman. Tí munurin er fluttur yvir á hjáljóðið frammanfyri, við tað at
hjáljóðið (k/g) framman fyri upprunaligum i (og harvið skrivaðum -i)
er affrikerað. Soleiðis er stoðan í málinum í Suðuroy, í Suðurstreymoy
°g í (meginpartinum av) Norðoyggjum.