Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Blaðsíða 106
104
Eivind Weyhe
Hetta er — burtursætt frá formunum í klombrum og stuttforminum
teim í hvorjumfalli fleirtali — í roynd og veru galdandi víða um land-
ið í dag (hvorjumf. flt. eitur í dag altið teimum, tann stutti formurin
teim kemur mestsum bara fyri í skaldskapi, helst av rytmiskum grund-
um. Sí eisini notu 12). Sunnanfjorðs hevur formurin tann verið brúkt-
ur í hvorjumfalli eintali í kallkyni (fyri tann eldra teim18) og livir enn
hjá eldri fólki (t. d. hjá tann manninum. í 4. kap. í Foroyingasogu
(Rafn 1832:17) týðir J. H. Schroter „á þeim bæ, er heitir at Hofi“ til
„uj tan Bujlingjinun sum ajtir uj Howi“, við nútíðarstavseting: „í tann
býlinginum sum eitur í Hovi“). Forminum teim stendur ikki til lívs, og
somu lagnu man tann í hvorjumfalli skjótt fara at fáa. Vit noyðast at
viðganga, at tí hevur sigrað í kallkyni.
í kvennkyni eru ikki allar súðir syftar. Teirri er reiðiliga vanligur at
hoyra, ja sunnaníjorðs man hann vera tann vanligi formurin enn. Og
tað tykist sum hann eisini hevur lyndi at koma inn aftur sum ein meira
markaður formur enn ti, eisini aðrastaðni í landinum. Vit mugu tí
ásanna, at formarnir teirri og ti í kvennkyni enn kappast um valdið.19
Stoðan í eintali, sum hon er eftir hesa gongd, kann tí setast upp á
henda hátt:
kk. kvk. hvk.
hvorf. tann tann tað
hvonnf. tann ta tað
hvorj. tí (sj. tann) teirri, tí tí
Síggja vit burtur frá kallkynsforminum í klombrum, kunnu vit siga, at
hetta er tann bending ið er „viðurkend“ og tann vanliga í almennum hopi.
18 Tann sum hvorjumfalsformur kann hava tikið seg upp sum viknaður framburð-
ur av teim, kanska eisini styðjaður av hvor- og hvonnfalsforminum. Um gamla
hvorfalsformin sá sigur Hammershainib: „den gamle nf. sá bruges ikke længer i
daglig tale, skont man meget ofte træffer den i kvæder og gamle talemáder“ (Hmb
54:303). í bendingamynstrinum setur hann sá upp sum síðuform til tann báði í kk. og
kvk., og Jakob Jakobsen sigur eisini í FA: „Den gamle nf. sá er nu ganske forsvunden
af daglig tale og træffes kun undertiden i kvæderne, hvor den da báde er hak. og huk.
nf.“ (Hmb 91:XC1).
19 Summir málbrúkarar norðanfjorðs tykjast halda, at teirri hevur hátíðarligari
dám enn tí. I tí sambandi er vert at nevna, at teirri er formurin ið nýttur verður í bíbliu-
máli.