Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Blaðsíða 81
79
Bendingamunur í foroyskum málforum
eru at finna í teimum ymsu bygdamálunum.6 Skriftmálið heldur uppi
eini skipan við trimum sjálvljóðum, a, i og u, eftir norronari fyrimynd.
Hetta veldur nógvum foroyingum rættskrivingartrupulleikar, tí eingin
í landinum kennir skriftmálsskipanina aftur í sínum talumáli.
Stoðan í foroyskum i dag er tann, at í portum av landinum eru tey
herðingaveiku sjálvljóðini i og u í endingum fallin saman. Samanfall-
ið vísir seg í endingaporum sum -i og -u, -ir og -ur, -in og -um ((-m) í
hvorjumfalsendingini verður framborið sum [n]), -il og -ul, t. e. í herð-
ingaveikum endastavilsi (levis), og í -i- og -u- í næstsíðsta stavilsi
(penultima), har stavilsið er heilt herðingaleyst (levissimus). Av tí at
samanfallið tekur seg ymiskliga upp, alt eftir um herðingin er levis
ella levissimus, verður umroðan í tveimum. Ljóðliga úrslitið av end-
ingasamanfallinum kann skifta eftir málfori og eftir slag av endingum
(Hagström 1967).
2.1.1 /i/og/u/í levis
0kir við samanfalli millum endingasjálvljóðini i og u eru Suðuroygg-
in, meginparturin av Norðoyggjum (Kunoy, Borðoy, Viðoy, Svínoy og
Fugloy) og miðokið í landinum (Suðurstreymoy við Tórshavn).
Summastaðni, og tað er galdandi fyri miðokið og stóran part av Norð-
oyggjum (Kunoy, Borðoy og eyðvitað Kalsoy, sí niðanfyri), verður
andstoðan kortini hildin uppi framman fyri nasaljóð (t. d. hoyrist mun-
ur millum bátin og bátum). Fullkomið samanfall í ollum ljóð-
umstoðum, eisini framman fyri nasaljóð, finna vit bert i Suðuroynni
og teimum eystastu av Norðoyggjunum (Fugloynni, Svínoynni og Við-
oynni).
í hinum partinum av landinum, t.e. Sandoynni, Vágum, Norð-
streymoy og Eysturoynni (partvíst saman við Kalsoynni, teirri vestastu
av Norðoyggjunum), er andstoðan millum tey trý endingasjálvljóðini
varðveitt, men ongastaðni við sama skifti (somu distributión) sum í
skriftmálinum. Taka vit sum domi -ir og -ur sum fleirtalsending í
hvor- og hvonnfalli av navnorðum (t. d. vinir, bygdir, konur, botur,
6 Djúptoknastu kanningar av hesum viðurskiftum hava teir báðir Björn Hagström
(1961, 1967) og Otmar Werner (1964) gjort. Tað ið eg sigi her, byggir tí fyri tað mesta
á teir.