Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Blaðsíða 109
Bendingamunur í faroyskum málforum
107
(28) tú ert, fert, fært, býrt, doyrt, rort, smyrt, spyrt, skalt, vilt,
kanst, niást, vart, fórt, beyðst, datst, slapst osfr.
Hovuðsreglan er, at í tátíð fáa oll sterkt bend sagnorð -st í 2. persóni
eintali (t.d. slapst), uttan tey sum í stovninum enda við r, tí tey fáa -t
(t.d.fórt).23 í nútíð hava tey sterku sagnorðini (ogy'a-orðini, sbr. 2.4.2)
vanliga -ur í 2. persóni eintali. Men endar stovnurin við -r (sum í bera,
skera, vera, spyrjá), verður endingin -/ í 2. persóni (hetta er eisini
galdandi fyri tað veikt benda gera, og somuleiðis fáa skula og vilja -t
í 2. persóni, meðan kunna og muga fáa -st, sí (28)). Orð, har sum
stovnurin upprunaliga endaði við sjálvljóði (men seinri kann hava
fingið skerping, t. d. búgva, doyggja, norr. búa, deyja) og sum hava
„sterkar“ nútíðarformar, fáa -rt í 2. persóni (í 3. pers. -r).24
Málsligi veruleikin, báði sum vit kenna hann í talumálinum í dag og
sum hann er lýstur í eldri mállærum, er tó ein annar. Og hann er ikki
tann sami um alt landið (sbr. eisini Werner 1970; Zachariasen 1977).
Eyðkent fyri málið í syðra parti av Foroyum er, at har verður -/ ella
-st nógv minni brúkt í 2. persóni enn norðanfyri. Hann ið lesur Heðin
Brú, ið var slektaður úr Skálavík í Sandoynni, sær í heilum tílíkar end-
ingaleysar formar verða brúktar. Tí sunnanfjorðs eitur tað í somu orð-
um, sum í (28):
(29) tú er, fer, fær, býr, doyr, ror, smyr, spyr, skal, vil, kann, má,
var, fór, beyð, datt, slapp
Tær eldru mállærurnar umtala eisini henda mun sum ein staðbundnan
mun. T. d. sigur Hammershaimb (Hmb 54:270);
De stærke go. [t. e. gerningsord] have nordenfjords almindelig st, for /
alene, i 2 pers. ent. dat. undtagen de ord, livis stamme i dat. endes pá r;
derfor siger man her: tú tókst, tú drapst, men tú bart, fórt o.s.v. Pá
Sando hores dette st meget sjælden, idet de her enten lade 2 pers. ende
pá / eller være lig 1 pers., som tú tókt eller tú tók.
23 Orð við -s í stovninum (t. d. lesa) fáa sjálvsagt bert -t lagt aftrat (tú last).
24 í hesum bólki eru bæði orð, sum framvegis em sterkt bend burturav (fáa, síggja,
sláa), og orð sum hava fingið nýggja tátíð við -ði (búði, doyði, goyði, gróði, lœði,
róði, snúði, spýði, trúði), (ella moguliga -ddi: náa, nœrt, náddi). Eitt staðbundið ffá-
vik viðv. fleirtalinum nevnir Hmb 91 (s. CX): „Pá Videro, Svino og Fuglo hores ofte
ð i fortidsendelsen hærdet til d, som: doydi, trúdi).