Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Blaðsíða 90
88
Eivind Weyhe
2.2.2 Gerðarnavnorð (nomina agentis)
Tá ið vit viðgera endingarnar í hvor- og hvonnfalli í fleirtali, man tað
vera hóskandi at nevna somu endingar í teimum sokallaðu gerð-
arnavnorðunum við -ari, orðum sum klokkari og riddari.
í fornniáli fylgdu tey teirri veiku bendingini hjá kallkynsorðum (t. d.
risi, tími) og hitu riddarar í hvorfalli og riddara í hvonnfalli. í foroysk-
ari mállæru læra vit, at endingin er -ar í hvor- og hvonnfalli (sum í
oðrum veikum kallkynsorðum). Men í talaðum máli finna vit heilt aðra
bending av hesum orðum, ella rættari: vit finna tvær bendingar. Tí
gjognum landið gongur eitt mark umleið millum Streymoynna og Eyst-
uroynna. Eystan fyri markið siga tey riddara báði í hvor- og hvonnfalli,
vestan- og sunnanfyri siga tey riddarir í hesum báðum follum. Formar
sum riddarar eru ringir at staðfesta, og tað er ikki óhugsandi, at teir eru
skriftmálsformar (standardiserað skriftmál viðurkennir vanliga bara
-ar). Hóast ongar mállærur nevna fleirtalsformar við -ir av hesum orð-
um, so hevur orðabókin í Fœrosk anthologi hesar fleirtalsformar við
-ir í teimum flestu av hesum orðunum, og teir vóru eisini vanligir í eldri
blaðskriving. Men hin talumálsformurin, tann við -a, verður aldrin tik-
in upp á tungu, hvorki í mállærum ella aðrastaðni, og tað hóast hann er
sera vanligur í kvæðauppskriftum, eitt nú hjá Svabo, har 11 av 15
domum í hvor- og hvonnfalli hava -a). Eg havi viðgjort hetta evnið
áður og vísi til tað (Weyhe 1991a, 1991 b).
Talva 3 vísir við einum domi munin millum bendingina av hesum
báðum follum í 1) fornmáli, 2) í nútíðar skriftnormi (t.e. í mállæru-
bókum, skriftmáli og skriftmálsdæmdum talumáli) og í vanligum talu-
máli í ávikavist 3) landnyrðingspartinum av Foroyum (Norðoyar/Eyst-
uroy) og 4) aðrastaðni í Foroyum. Tó kann verða lagt aftrat, at form-
urin riddarir eisini hoyrist í landnyrðingsokinum í kapping við ridd-
ara og tykist onkursvegna at vera betur góðtikin av málbrúkaranum.
Talva 3: Gerðarnavnorð
Fornmál Skriftnormur Talumál Norð.-Eyst. Aðrastaðni
hvorfall flt. hvonnfall flt. riddarar riddara riddarar riddarar riddara riddara riddarir riddarir