Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Blaðsíða 87
Bendingamunur í foroyskum málforum 85
gende stedord den ældre form pá -a i gf. flt. hak. (/n'na)“ (Hmb
91 :XCI).
Um talorðini verður í 1891 sagt tað sama sum í Hmb 54 („Former-
ne tvá og tógva (for tóa) findes ligeledes ofte i kvadene, især som de
synges pá Suderoen)“ (Hmb 91:XCIV).
Sum nevnt hevði Jákup Nolsoe longu fyri Hammershaimbs tíð skriv-
að sína mállæru. Nú var Jákup nólsoyingur (Nólsoyggin er í miðokin-
um, úti fyri Tórshavn), og tí vænta vit heldur ikki at finna hesar fornu
hvonnfalsformarnar hjá honum. Tað gera vit heldur ikki undir navnorða-
bendingunum ella í umroðuni av navnorðunum. Tá ið hann umtalar tey
bundnu kallkynsorðini, sigur hann nevniliga soleiðis (Nolsoe:59-60):
nom.plur. fár overalt Endelsen -nir, hvorfor maa mærkes, at acc. der el-
lers i den ubestemte Form bestandig er lig nom., faar Endelsen -nar, og
mister sit r af den ubestemte Form, nemlig istedetfor Bitarnar., Kong-
arnar, Ákrarnar, faar man Bitanar, Konganar, Ákranar.
Tá ið hann so setur bendingamynstrið upp, ger hann tað á henda hátt
(Nolsoe:66):
(4) hvorf.flt. Hövdingarnir Ákrarnir Sinirnir
hvonnf.flt. Hövdinganar Ákranar Sininar
Hann sigur í roynd og veru, at bundið og óbundið eitur tað so:
(5) hvorf.flt. Hövdingar Hövdingarnir
hvonnf.flt. Hövdingar Hövdinganar
Jákup Nolsoe fær tað at síggja út sum at tað fyrra r-ið í hvorfalsend-
•ngini (-arnir) framvegis hoyrist (hvat tað jú ikki ger í nútíðarforoysk-
urn), meðan einki tílíkt r er í hvonnfalli (-anar). Tað er tó lítið trúligt,
at r-ið í teirri óbundnu endingini í hvorfalli hevur verið varðveitt, tá ið
tann bundna endingin er logd aftrat. Kanska endurspeglar skrivihátt-
urin (Hövdingarnir) eina roynd at liva upp til norrona ella íslendska
skriftfyrimynd (sbr. tað ið niðari í hesi grein er sagt um máláskoðan
hansara).
Meira undranarvert er tað, at hann í lýsingarorðunum ger mun
uúllum hvorfall og hvonnfall við at seta upp formar uttan r í hvonn-
falli, og uttan nakra viðmerking um, hví hann ger tað: