Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Blaðsíða 101
Bendingamunur í faroyskum málfarum
99
tœr í fleirtali. Pástandurin hjá Hammershaimb í 1854 um, at summa-
staðni í Eysturoy og Norðoyggjum er „nf. af totallet forsvunden, og
man bruger da kun vcer, tœr, hvad enten der er tale om to eller flere
(Hmb 54:302), skal tí síggjast í ljósinum av hesum rembingum, har
tað nýggja roynir at vinna sær fótafesti.
011 hesi frávikini hava sum áður nevnt javnast út, og tað núverandi
kervið norðanfjorðs, sum víst er í (13), hevur nú fest seg púra eintýtt.
Sunnan fyri Skopunarfjorð er stoðan nakað oðrvísi. Fyrst skulu vit
nevna tann reint ljóðliga hovuðsmunin, at meðan norðanfjorðsform-
arnir hava kk í t. d. okkum, tykkum, so hava teir sunnanfjorðs bara k
(okur, okum, tykur, tykum). Men tá ið tað er sagt, so er fittur munur
nnnars innan hetta syðra okið.
Vit mugu hugsa okkum, at eitt kervi sum hetta onkuntíð man hava
funnist sunnanfjorðs, helst allastaðni sunnanQorðs:
l.p. 2.p. 2.p (hov.)
hvorf. vit tit tær
hvonnf. okur tykur tyður
hvorj. okur tykur tyður
hvorsf. ok(a)ra tyk(a)ra tyð(a)ra
Tað er ilt at siga, nær munurin millum tvítal og fleirtal er horvin og
fleirtalsformarnir vorðnir hoviskir formar, tí útsagnirnar í mállæru-
num eru ikki eintýddar, men tær tykjast benda á, at bara tvítalsformar
verða brúktir sum fleirtal. Tí er ivi um stoðuna hjá formunum longst
hl hogru. Gjollari kanningar í kvæðahandritum úr Suðuroy og Sandoy
kundu kanska givið betri ábendingar. Vit skulu síggja burtur frá tí í
hesurn umfari. Her skal eg seta eina skipan upp, sum finst í Suðuroy í
har hon hevur verið vanlig hjá tí eldra ættarliðnum. Enn verður
hon hildin uppi so nokulunda í Sumba sunnast á Suðuroynni:
l.p. 2. p.
hvorf. okur tykur
hvonnf. okur tykur
hvorj. okur tykur
hvorsf. okra tykra
Um a í klombrum, sí niðanfyri (og notu 15).