Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Blaðsíða 94
92 Eivind Weyhe
Talva 5: Fleirtal av ija- og an-stovnum í hvorkikyni.
Kelda: Sunnanfjorðs Norðanfjorðs Streymoyarmál Norðoyamál
Nolsoe Hmb 54 kvæði, eygu kvæðir, eygur kvæðir, eygur kvæðir, eygur/eygu
Hmb 91 kvæðir (kvæði), eygur (eygu)
2.2.5 Hvorjumfalsendingar
Har sum norront í hvorjumfalli í hvorkikyni eintali hevði endingina
-u (í lýsingarorðum, fornovnum, kenniorðinum og bundnum navnorð-
um, t. d. stóru, einu, mínu, húsinu, barninu), hevur nútíðarforoyskt
fingið -um (framborið við [-n]): einum, mínum, húsinum, barninum.
Tað merkir, at endingin í kallkyni og hvorkikyni verður tann sama
(manninum, barninum), og hesi bæði kynini standa saman mótvegis
kvennkyni (eini/einari, míni/mínari, bygdini, konuni).
I teimum eystastu oyggjunum hevur gongdin tó verið ein onnur enn
í landinum annars, í hvussu so er í teimum bundnu navnorðaending-
unum.9 Eftir at /i/ og /u/ í herðingaveikari stoðu (sbr. 2.1) eru fallin
saman her norðuri (og í framburði blivin til okkurt /-kent ljóð ella
schwa) hava hvorkikynsorð sum húsinu og barninu fingið sama form
sum kvennkynsorð sum t.d. bygdini, konuni (um samanfallið av /i/ og
/u/ í næstsíðsta stavilsi, sí 2.1.2). Kvennkyn og hvorkikyn eru so at
siga farin í samgongu og eru komin at standa so sterk, at tey hava
ávirkað kallkynið, soleiðis at eisini tað hevur fingið hesar endingar:
bátini, sonini (t.d. Hann bað heilsa konuni og sonini).
Hetta hendir ikki í fleirtali. So meðan vit í meginpartinum av land-
inum hava fingið samanfall millum hvorjumfallið í eintali og hvorj-
umfallið í fleirtali í bundnum formporum sum hestinum - hestunum
9 Chr. Matras nevnir fyribrigdið í doktararitgerð síni um staðanovn í Norðoyggj-
uni (1932:48). Ulf Zachariasen viðger evnið gjolla í Fróðskaparritum (1969:9-15).
Sambært teimum er hetta máleyðkennið at finna í Fugloy, Svínoy og Kunoy.