Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Blaðsíða 107
105
Bendingamunur í feroyskum málforum
Men harvið er ikki alt sagt. Eins og vit í persónsfornavninum hava
eygleitt eina gongd, har sum hvorjumfalsformar ota seg inn í hvonn-
fall (t. d. okum fyri okur), so síggja vit nakað líknandi her í kvennkyns-
bendingini av ávísingarfornavninum tann. Summastaðni í tí partinum
av landinum, har sum tí er vanligt í hvorjumfalli (t.d. hjá tí konuni),
t. e. norðanljorðs, eru fólk eisini farin at brúka tí i hvonnfalli (t.d. um
tí konuna). Serliga í Eysturoynni havi eg verið varigur við hetta. Og
somuleiðis kanst tú sunnanijorðs, har sum hvorjumfall eitur teirri (t. d.
hjá teirri konuni), hoyra fólk siga teirri eisini í hvonnfalli (t. d. um
teirri konuna). Henda tilgongdin tykist vera heldur nýggj, og hon
verður, tað eg veit, ikki umtalað í mállærunum.
Vit fáa tí, umframt omanfyri nevndu „viðurkendu“ skipan í (26),
hesar báðar alternativu skipanir, (27a) at hoyra norðanfjorðs, kanska
einamest í Eysturoynni, (27b) í Suðuroynni:
(27)a
kk. kvk. hvk. b kk. kvk.
hvorf. tann tann tað tann tann
hvonnf. tann tí tað tann teirri
hvorj. tí tí tí tí (sj. tann) teirri
hvk.
tað
tað
tí
í notu 17 nevni eg tann moguleikan, at formurin ta í hvonnfalli í
kvennkyni kanska hevur sín uppruna í hvonnfallinum í hvorkikyni
(tað). Kanska skal hetta, sum hendir í Suðuroy og Eysturoy, at brúka
hvorjumfalsformin í hvonnfalli í kvennkyni, síggjast sum ein mótgerð
fyri at halda uppi muni millum kvennkyn og hvorkikyn.
2-4 Sagnorð
Afturímóti fornnorronum so er tann foroyska sagnorðabendingin
hlivin nakað einfaldari, um enn ikki eins nógv og í norðurlandamálun-
um fyri eystan.
Hovuðsbroytingin man vera tann, at innan formdeildina modus er
tann gamla konjunktivsbendingin burtur, og eftir livir bara ein óbend-
ur formur við -/, ið verður brúktur sum ynskisháttur (optativ). Hetta er
Sjegnumfort og elvir sostatt ikki til bygdamálsmun.-0
20 Onkur stakformur sloðist eftir í kvæðamáli. FDO nevnir vœri úr kvæðamáli
sum „præt conj“ av vera. Eisini gœvi og gávi, sum eru livandi orð í foroyskum, rokn-