Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Blaðsíða 85
Bendingamunur í jbroyskum málforum
83
2.2 Fallbending og talbending
Foroyskt hevur varðveitt fallbending og talbending. Munurin millum
tvítal og fleirtal, sum fornmálið hevði í bendingini av persónsfornavn-
inum, er burtur, men tað koma vit til undir umroðuni av teirri bending-
ini (2.3.1). Men einaferð á leiðini millum fornnorront og nútíð-
arforoyskt er hvorsfall hildið uppat at vera virkið morfo-syntaktiskt
drag í málinum, í hvussu so er uttan fyri fornovnini. Traditionelt
faroyskt (heitið er frá Trygve Skomedal), t. e. foroyskt, ið hevur slopp-
ið at livað sítt egið lív, hevur funnið sær aðrar útvegir fyri at orða tað,
ið hvorsfallið segði, men tað fellur uttan fyri karmarnar um hesa grein.
Hini trý follini eru eftir, og tey nevna vit á foroyskum hvorfall (nom-
inativ), hvonnfall (accusativ) og hvorjumfall (dativ). Tá ið foroyskt
varð endurreist sum skriftmál í 19. old, varð roynt at nýggja hvorsfall-
ið upp aftur við fyrimynd í fornmálinum (og íslendskum), við tað at
hvorsfalsformar vórðu tiknir við í mállærurnar í storri ella minni mun
(Weyhe 1996). Hvorsfall er tí ofta brúkt í skrivaðum máli og kann tí
eisini koma fyri í skriftdæmdum talumáli. Um vit skulu tala um
málforamun í tí sambandi, so verður tað millum eitt sokallað „hárnál"
og gerandismál, heldur enn staðbundin munur.
2.2.1 Hvonnfall fleirtal í kallkyni
Sum kunnugt skoytir nútíðarforoyskt -r upp í hvonnfallið í fleirtali í
kallkyni í teimum fallbendu orðaflokkunum og setur somuleiðis
hvorfalsformarnar teir og tveir í staðin fyri teir eldru hvonnfalsform-
arnar tá og tvá, norr. þá og þvá (um hvonnfalsformin tóa ella tógva, sí
niðanfyri):
(3) hvorf.flt. hestar vinir spakir teir mínir tríggir hestarnir
hvnnnf.flt. hestar vinir spakar teir mínar tríggjar hestarnar
Her ger Hammershaimb í 1854 vart við dialektmun á tann hátt, at Suð-
Ur°yggin skilur seg frá restini av landinum. Um a-stovnar sum t. d.
drangur, snigil sigur hann (Hmb 54:272):
Genstandsformen [t. e. hvonnfall] i flertallet er nu almindelig lig næv-
neformen af hankonsordene, ligesoni i hunkonsordenes bojning, und-