Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Blaðsíða 114
112
Eivind Weyhe
2.4.2 Nýggir nútíðarformar avy'a-orðum
Sagnorðini av /ú-stovnunum (krevja, dylja o.fl.) hovdu í 2. og 3. per-
sóni nútíð endingina -r í fornmáli, sum í foroyskum regluliga bleiv til
-ur (t. d. krevur, dylur), t. e. bendust „sterkt“ í nútíð. Lyndið til at hand-
fara tey „veikt“ og lata tey fáa j í allari nútíðini er kortini ikki heilt
nýggjur. T. d. eitur tað í dag altíð hann berjir og hann verjit25 (fornm.
berr, verr), eins og vit longu hjá Svabo finna regluna Adlar vekjir han
Baatmenninar (Svabo 1939:411), í útgávuni av Foroya kvæðum
normaliserað til Allar vekir hann bátmenninar (FK VI, s. 314). Sbr.
eisini jiekir, klekir og tekir (svflekja, klekja og tekja).
Fler er kanska vert at minna á, at næstan oll foroysk sagnorð (oll
uttan tey nú-táligu) hava fingið -i í 1. persóni nútíð eintali og at orð-
ini í hesum flokki hava -ji (t. d. eg krevji, dylji). Teirra nútíðarbending
er tí vanliga henda:
(34) Eint. eg krevji
tú krevur
hann krevur
Flt. vit krevja
tit krevja
teir krevja
Tann tilgongdin, ið vit sóu var hend um alt landið í berja, verja og
vekja, tykist í suðuroyarmáli í dag at hava lyndi til at breiða seg til
onnur orð í hesum flokki, soleiðis at tú kann hoyra nútíðarformar sum
eitt nú:
(35) tú/hann seljir, teljir, veljir, venjir
Tað er ilt at siga, hvorja lagnu henda nýgerð fær, um hon breiðir seg
(til fleiri orð og storri landaoki), ella um hon fer aftur í mommu sína.
Tað fer tíðin at vísa.
Lagt kann verða aftrat, at í summum orðum í hesum flokki hevur j
lyndi til at hvorva heilt, t. d.jlysa,jlyta, seta, tysa (sbr. Hmb 91 :CVIII).
25 Hmb 91 :CVII sigur „berjir og verjir (for berur og verur); dog hores undertiden
formen verur.“ Nevnast kann, at miðalsognin (hann) berst enn er at hoyra saman við
tí nýggjara hann berjist.