Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Blaðsíða 78
76
Eivind Weyhe
Havuðsbroytingin, sum Jakob Jakobsen ger í Hmb 91 samanborið
við Hmb 54, er, at tað stóra málforaokið, sum Hammershaimb kallaði
„streymoyarmál“, býtir hann sundur, soleiðis at málið í Norðstreymoy
og í allari Eysturoynni fer upp í norðoyamálforið ella „Nordcrodialek-
ten (i videste forstand)“, sum hann nevnir tað. Og málið í Suður-
streymoy fer, saman við málinum í Vágum og í hinum smáoyggjunum
har á leið, saman í tað hann kallar suðurstreymoyarmál, ið so verður
eitt slag av miðforoyskum.
Hammershaimb nevnir í innganginum til ta fyrru mállæruna (og
tað verður tikið upp aftur í bygdamálsyvirlitinum í seinru útgávu), at
tað serliga er í ljóðviðurskiftunum at munur er millum tey foroysku
málforini, „i formlæren, den egentlige sprogbygning, er der enhed
imellem dem,“ sigur hann so vakurt. Tað einasta, ið skilur, sigur hann
er nýtslan av persónsfornavninum í 1. og 2. pers. (Hmb 54:236, Hmb
91 :LIX). Sum vit skulu síggja i hesi grein, so er ikki fult samsvar mill-
um tað sum verður sagt í innganginum og tað sum kemur fram í mál-
lærunum sjálvum.
Vit skulu her seta eitt grovt yvirlit yvir málforini í Foroyum, soleið-
is sum Jakob Jakobsen lýsir tey í Fœmsk anthologi (sí eisini kortið av
Foroyum):
A Sunnanfjorðsmál
1 Suðuroyarmál (Suðuroy)
2 Sandoyarmál (Sandoy, Skúgvoy, Dímun)
B Norðaníjorðsmál
1 Suðurstreymoyarmál (Suðurstreymoy, Nólsoy, Hestur, Koltur,
Vágar, Mykines)
2 Norðoyamál (Norðstreymoy, Eysturoy, Norðoyar)
1.4 Jákup Nolsoe
Umframt hesar báðar gerðir av mállæruni hjá Hammershaimb finst
ein triðja foroysk mállæra frá 19. old. Tí umleið 1830 skrivaði Jákup
Nolsoe (1776-1869), sum starvaðist við kongliga handilin í Tórshavn,
fyrst sum bókhaldari, seinri sum handilsforvaltari, eina mállæru
(„Færosk sproglære“), sum tó ongantíð varð prentað, men finst í hand-
riti í AM 972 4to.