Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Blaðsíða 108
106
Eivind Weyhe
Endingarnar -ar, -ir og -itr í 2. og 3. persóni nútíð eintali hava fyrr
eyðkent ymiskar bendingaflokkar av sagnorðum og gera tað framveg-
is í skriftmáli, sbr. Lockwood (1955:76) um veikt bend sagnorð:
„These are divided into three classes, according to whether the terrn-
ination of the Pres. Sg. 2, 3 is -ar, -ir, -ur“. Og hóast nakað av hesi
skipan framvegis tykist liva eftir í eitt nú Eysturoynni, so hevur rákið
ligið tann vegin, at /-ir/ og /-ur/ er fallið saman sum nútíðarending, so
sum nevnt er í 2.1.1.21
Talbendingin av sagnorðum er varðveitt í nútíðarforoyskum, men í
orðum har sum /-i/ og /-u/ einsamoll gera mun millum eintal og fleir-
tal, er hesin munur sjálvsagt burtur í teimum bygdamálum, ið hava
samanfall millum hesi endingasjálvljóð (sbr. 2.1.3).
Vit skulu her fyrst viðgera persónsbendingina. Har gera mállær-
urnar í farnu old vart við bygdamálsmun bæði í eintali og fleirtali, og
hóast sumt er javnað út síðan tá, so er framvegis munur í dag. Av tí at
gongdin ikki hevur verið tann sama í eintali og í fleirtali, skulu vit við-
gera tey hvort fyri seg.22
í foroyskum ber til at flokka sagnorðini í nokulunda somu flokkar sum
í fommáli, tó at samjavnaður (analogi) av ymiskum slag hevur gjort og
ger um seg flokkanna millurn. Vit skulu nevna domir um samjavnað, ið
ger vart við seg i bendingini í nútíð av orðum sum t. d. velja og í tátíð av
1. flokki av sterkt bendum sagnorðum, t. d. bíta, í nútíðini av sagnorðin-
um leypa og í tátíð av teimum trimum sagnorðunum hava, leggja og siga.
2.4.1 Persónsbending av sagnorðum
2.4.1.1 Eintal
í skúlanum læra vit, at í 2. persóni eintali fáa summi sagnorð ending-
ina -st ella -t, og tað kann henda báði í nútíð og tátíð. Tað eitur sostatt:
ar FDO sum „præt conj“ (av gevá). í dag man tað vera rættari at rokna hetta sum
sjálvstaðug orð, ið hava loyst írá sagnorðinum geva (sum í ynskishátti eiturgev/).
21 Hóast endingasamanfallið so hoyrist kortini munur millum nútíðarformar sum
tekur (av taká) og tekir (av tekja) og millum sakkw (av sokka) og sokkir (av sokkja),
við tað at k í stovninum er affrikerað framman fyri upprunaligum i, sbr. 2.1.3.
22 Tey serligu viðurskiftini í teimum nú-táligu (preterito-presentisku) sagnorðun-
um, har formarnir í nút.flt. skifta bygd úr bygd (t. d. skulu/skula/skuljá), skulu ikki
umroðast her, men víst skal verða til Werner 1970.