Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Blaðsíða 92
90
Eivind Weyhe
d Hestarnar eru svartir.
e Hesir bátarnar eru nýggir.
f Allir menninar eru ungir.
g *Allar nienninar eru ungir.
h *Allir menninar eru ungar.
Tað tykist sostatt, sum bæði tey nevndu rákini (tað at brúka hvorfals-
formar í hvor- og hvonnfalli í fallbendum orðaflokkum og tað at brúka
hvonnfalsformar í somu follum í bundnum navnorðum) gera um seg í
Suðuroy og í Norðoyggjum (sí talvu 4).
Tað eg veit, er fyribrigdið ikki kannað ella viðgjort í álvara nakra-
staðni, og tað verður aldrin umrott í mállærunum, hvorki yngri ella
eldri. Sum málsligt fyribrigdi tykist tað vera ikki so lítið stigmatiser-
að („Tey duga ikki at benda,“ verður sagt).
Talva 4\ Nýtt samanfall av hvor- og hvonnf. flt. kk.
Suðuroy Suðurstreymoy Norðoyggjar
Einans hvorfals- formar brúktir allir, hesir, nakrir, hvítir, hestarnir allir, hesir, nakrir, hvítir, hestarnir allir, hesir, nakrir, hvítir, hestarnir
Einans hvonnfals- formar brúktir hestarnar, menn- inar hestarnar, menninar
2.2.4 Fleirtal av ija- og an-stovnum í hvorkikyni
Fleirtalsendingin í hvor- og hvonnfalli av orðum sum kvœði og eyga
hevur mangan verið evni í foroyskum málkjaki. í eldri foroyskum
(eins og í fornnorronum) hava zya-orðini (kvœði osfr.) hitið tað sama
í eintali og í fleirtali í hesum báðum follum (eitt kvœði,fleiri k\>œði),
meðan r/n-stovnarnir fingu u í fleirtali (eyga, eygw, hjarta eisini u-
umljóð: hjartu). í nýggjari foroyskum hava hesi orð fingið -r skoytt
uppí til at marka fleirtalið: kvœðir, eygur, hjartur. Hóast hetta man
vera gjognumfort um alt landið í dag og sostatt neyvan elvir til
bygdamálsmun, so hevur í foroyskari málrokt vanliga verið hildið