Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Blaðsíða 115
Bendingamunur í faroyskum málforum 113
2.4.3 Tátíð eintal av 1. flokki í sterkari bending
I sterkt bendum sagnorðum av 1. flokki (t. d. bíta) hevur tátíð eintal
tvíljóðið ei í skrift, eins og tað hevði í fornmáli (beit). Tvíljóðið ei
verður í sunnara og vestara parti av Foroyum (Suðuroy, Sandoy,
Vágum, Suðurstreymoy) úttalað sum [ai], norðuri og eysturi á landi
sum [oi]. Men í nevndu sagnorðum hava vit í nútíðarforoyskum
ofta formar við ey (t.d. beyt), t.e. við sama ljóði sum í sterkum
sagnorðum i 2. flokki (t.d. breyt, seyp, tátíð av bróta, súpa). Hetta
skal helst skiljast sum samjavnaður millum hesar báðar flokkar,
kanska stuðlað av ljóðsamanfallinum í nútíð eintali, sbr. bítur -
brýtur, klívur - klývur, líður - lýgur, sígur - sýgur (tátíðin av hes-
um báðum síðstu orðaporunum, ávikavist leið - leyg og seig - seyg,
gerst tá einsljóðandi).
Mállærurnar vita einki um hesa broyting at siga, og hon tykist ikki
at gera vart við seg í teimum elstu kvæðahandritunum (hetta átti tó at
verið betur kannað). í dag er hon vanlig um landið, men formar við
[ai] eru enn vanligir at hoyra í vágamáli. I tí sokallaða oy-okinum
(Norðstreymoy, Eysturoy, Norðoyggjar) er hetta fyribrigdi ikki nóg
væl kannað, men ey-formar (beyt) tykjast eisini vera komnir inn har
undir liðini á formum við [oi].
2.4.4 Sagnorðið leypa
Sagnorðið leypa (norr. hlaupa) hevði í fornmáli sermerkta bending,
hoyrdi til tey sonevndu tvífaldingarsagnorðini, men líktist í vissan
mun 2. flokki av sterkum sagnorðum. 1 foroyskum hevur tað lagað seg
uppaftur meira til 2. flokk og hevur í standardiseraðum skriftmáli hes-
ar hovuðsformar:
(36) leypa loypur leyp lupu lopin
Til samanberingar kunnu vit her seta hovuðsformarnar av súpa í 2.
flokki:
(37) súpa sýpur seyp supu sopin
I nútíð er bendingin av hesum orðum henda (og vit tosa framvegis um
eitt slag av standard-máli):