Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Page 73
EIVIND WEYHE
Bendingamunur í fnroyskum málforum
0. Inngangur
Tá ið foroyskt mál er borið saman við íslendskt, er munurin millum
málforini (bygdamálini, dialektirnar) í foroyskum ofta tikin fram (sí
t. d. Karlsson 1993:23-24). Hann er sum kunnugt eisini ásýniligur, og
vanlig liugsan er jú, at í foroyskum er hesin munur stórur av so lítlum
landi at vera. Vanlig man helst eisini tann fatanin vera, at mesti mun-
urin er innan ljóðskipanina, og mest hevur verið gjort burturúr at lýsa
tann munin. Minni hevur verið gjort burtur úr muni innan bendinga-
skipan og setningsbygnað.
Ein hevur eisini tann varhugan, at munur í ljóðskipan (sum tað í
stóran mun ber til at fjala innan karmarnar á eini etymologiskari stav-
seting) betur verður góðtikin og er meira viðurkendur enn munur í
bendingalag (sbr. Weyhe 1991 b: 16).
I eldri lýsingum av foroyskum, m. a. eldri mállærum, verður
málforamunurin ofta nevndur og stundum eisini lýstur, herundir eisini
munur í bending. Vit skulu í hesi grein hyggja at hesum lýsingum og taka
ffarn málforamunir í bendingum ið nevndir eru í mállærunum í 19. old,
og knýta tað saman við, hvussu vorðið er við hesum viðurskiftum í dag.
Vit fara fyrst í einum kapitli at hyggja at, hvat teir gomlu hovdu at
siga um málforamun í foroyskum og hvussu teir hava roynt at flokka
bygdamálini. í oðrum kapitli skulu vit seta upp eitt yvirlit yvir teir
týdningarmestu málforamunirnar, hvat bending viðvíkir. í einum triðja
og seinasta kapitli skulu vit so taka samanum.1
1. Málforasundurbýti í eldri mállýsingum
I 18. og serliga í 19. old hava lærdir menn roynt at lýsa foroyskt mál og
koma tá eisini inn á málforini. Báði Jens Christian Svabo (1746-1824),
Venceslaus Ulricus Hammershaimb (1819-1909) og Jakob Jakobsen
1 Höskuldur Þráinsson, ritstjóri, eigur tokk uppiborna fyri góð ráð.