Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Blaðsíða 75
73
Bendingamunur íforoyskum málforum
mindelige", men annars er ógreitt, hvussu langt norður (og eystur)
„Den Almindelige“ rokkur. Spurningurin er, um „Den Norderoeske“
bara umfatar Norðoyggjar og norðurendan av Eysturoynni, ella um oll
Eysturoyggin og Norðstreymoy hoyra við uppí.3
Tað seinasta vit frætta um Svabo og sundurbýti av foroyskum
málforum, er óbeinleiðis gjognum H. C. Lyngbye, tá ið hann í 1822
sigur, „at den gamle og sproglærde Svabo adskiller 4 Dialekter: den
Stromoeske, Vaagoeske, Norderoeske og Suderoeske“ (endurgivið í
fótnotu til Moller 1827). Heldur ikki her er býtið greitt, tí hvat fevnir
„den Stromoeske" um? Og hvussu við Eysturoynni?
1-2 V. U. Hammershaimb
Venceslaus Ulricus Hammershaimb, ið var prestur og seinri próstur,
gav sum tann fyrsti eina foroyska mállæru út í 1854, Fœroisk
sproglcere (her stytt Hmb 54), tó at hann ikki var tann fyrsti at skriva
eina.4 * * * * * *
í yvirlitinum, sum hann hevur yvir málforini, roknar hann við
trimum „hoveddialekter". Alt sunnan Skopunarfjorð nevnir hann
„Sondenfjordsdialekten11.1 hinum endanum av landinum hevur hann
^^Norderodialekten, indbefattende den nordlige og ostlige del af
Dstero, samt alle Norderoerne“. Harímillum liggur „Stromodialek-
ten“, eitt reiðiliga stórt oki, ið ikki einans umfatar Streymoynna,
men eisini Vágar og „en del af 0stero“. Tað má so vera tann partur-
in av Eysturoynni, sum ikki hoyrir til „Norderodialekten". Hann sig-
3 Eg eri ikki samdur við Djupedal (1964:152), sum lieldur, at „Av sammenhengen
skjenar vi at Svabo med det „almindelige" mál meiner dansk“ (sbr. eisini Weyhe
1987:300, 1988:142).
4 Tann ungi foroyski studenturin Johan Hendrik Weyhe (1706-1770), ið seinri
gjardist prestur í Foroyum, skrivaði í studentatíð síni eina foroyska mállæru, helst
ímillum 1725 og 1728, men hann náddi ikki at fáa hana givna út, áðrenn handritið
fórst í eldsbrunanum í Keypmannahavn í 1728. Rasmus Rask hevði í Vejledning til det
Flandske eller gamle Nordiske Sprog (sum kom í 1811) eitt kapittul við heitinum
”19en færoiske Sprogart", men tað er ikki ein fullfíggjað mállæra, mest eitt yvirlit yvir
hvussu foroyskt víkir ffá fornmálinum, og einki er um málforir. Um mállæruna hjá J.
hlolsoe, ið verður umrodd seinri, og um royndirnar at fáa eina ntállæru gjorda umleið
'845, síWeyhe 1996:311-13.