Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Page 80
78
Eivind Weyhe
Mállæra hansara hevur einki skipað yvirlit yvir málforini, men í
umroðuni av furoyskum máli verður málforamunur fleiri ferðir havd-
ur á orði.
Um Jákup Nolsoe kann annars stutt verða sagt, at hann hevði stór-
an áhuga fyri máli (dugdi umframt livandi mál eisini latín) og fyri
norronum fornbókmentum. Meginpartin av málkunnleikanum mundi
hann hava fingið sær sjálvur. Um mállæruna og um foroyska stavset-
ing hevði hann brævaskifti við Rasmus Rask (Matras 1935:46—48;
Skárup 1964:63; Weyhe 1996:311).
2. Málferamunir
Vit skulu í hesum kapitli taka tað týdningarmesta fram av tí, sum mál-
læruhovundarnir í farnu old hovdu at siga um bendingamun í
málforunum, og royna at bera saman við, hvat vit vita í dag um henda
mun. Tá koma vit eisini at draga okkurt fram, ið seinri hovundar hava
lagt afturat, og vit fara eisini at umroða málforamun, ið vit kenna í
dag, men sum ikki er nevndur hjá teimum eldru hovundunum.
Av tí at endingasjálvljóðini hava týdning fyri fleiri bendingaslog,
skulu vit fyrst umroða tey og hyggja at, hvat hent er við teimum sam-
anborið við fornmálið og hvorjar fylgjur tað hevur fingið fyri ymiskar
bendingar. Harnæst fara vit at roða um viðurskiftini í fallbendum
orðaflokkum, fyrst um hvor- og hvonnfall í fleirtali í óbundnum og
bundnum navnorðum og í lýsingarorðum, fornovnum og talorðum í
kallkyni. Síðan urn nýggjar fleirtalsendingar í hvorkikynsorðum og
um serlig viðurskiftir í hvorjumfalsendingum í norðoyamáli. Fornovn-
ini verða viðgjord í einum parti fyri seg. At enda í hesi gjognumgongd
skulu vit taka nakrar munir fram í sagnorðabending.
Hovuðsreglan í gjognumgongdini er tann, at roynt verður at lýsa
broytingar ið henda í bendingaskipanini, heldur enn at umroða einstok
orð ið kunnu hava skift bending. Okkurt frávikið frá hesi meginreglu
verður tó gjort, treyðugt so.
2.1 Endingasjálvljóð
Eitt ásýniligt drag í nútíðarforoyskum er tann munur ið er millum ta
skipan í endingasjálvljóðum sum skriftmálið hevur, og tær skipanir ið