Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Side 82
80
Eivind Weyhe
eygur) og sum nútíðarending í 2. og 3. persóni í eintali av sagnorðum
(t. d. hetir, siglir, torir, bítur, krevur), so er gongdin tann, at bygda-
málini í hesum oki velja at brúka /-ir/ til at marka fleirtal í navnorðum
(/vi:nir, bigdir, ko:nir, bo:tir, ei:jir/) og /-ur/ sum nútíðarmerki í sagn-
orðum (/bo:tur, siglur, to:rur, bí:tur, kre:vur/).
Hetta er meginrákið í hesum stóra oki, men frávik frá hesi skipan
eru eisini í okinurn, og tey eru sambært Hagström mest at finna í Eyst-
uroy, Kalsoy og partvíst í Norðstreymoy, tí har eru rótorðini (t. d.
bokur) oftast enn borin fram við /-ur/ í fleirtali, hóast meginrákið at
brúka /-ir/ sum fleirtalsending. í nútíð av sagnorðum eru viðurskiftini
meira flokt, tí bæði /-ir/ og /-ur/ kemur fyri í Eysturoynni og
Kalsoynni, men verri enn so altíð í fullum samsvari við skriftmálið.
Rannsóknirnar hjá Hagström kundu tó bent á, at vit í Eysturoynni hava
tey bygdamálini, ið koma næst skriftmálinum, hvat endingum viðvík-
ir. (Um Kalsoynna, sí Staksberg 1991.)
í opnari ending tykjast og -u hava lættari við at falla sarnan, enn tá
ið tey standa í vardum útljóði (framman fyri hjáljóð, so sum í domunum
beint frammanfyri). Hagström staðfestir soleiðis, at í slíkum endingum
finna vit eisini samanfall i portum av Sandoynni (Skopun) og Kalsoynni
(á Húsum) (Hagström 1967:150,156; Staksberg 1991:34-35). Sjálvur
havi eg varhugan av, at samanfall eisini er í hesum endingum á suður-
endanum á Sandoynni (í Dali) og norðarliga í Norðstreymoy. Hagström
tykist ikki hava kannað málið í hesum plássum.
Tað er rnangt sum bendir á, at tað nýggja skiftið av /ir/ og /ur/, sum
vit síggja í Sandoy, Vágum, Norðstreymoy og Eysturoy, als ikki er
serliga gamalt í foroyskum. Teir elstu kvæðauppskrivararnir (fyri og
eftir 1800) greiða í flestum forum sera væl at skilja millum (-ir) og
(-ur) á ein hátt ið minnir um skriftmálið, serliga Jóannes í Króki
(1794-1869) úr Sandoy, sum m.a. skrivaði kvæðahandritið Sandoyar-
bók 1821-31 (Jóannes í Króki 1968), í stóran mun eisini Jens Christ-
ian Svabo, sum var úr Vágum, í nógv minni mun Johan Henrik
Schroter (1771-1851), ið var úr Havn og var prestur í Suðuroy. Nógv
bendir á, at samanfallið ímillum /i/ og /u/ í Suðuroynni, í Norðoyggj-
um (t. e. í útryðjunum) og í miðokinum (Tórshavn) er hent fyrst, og
hevur helst verið gjognumfort longu fyri 1800. Harafturímóti tykist
broytingin í hinum partinum av landinum, burtur frá einum skriftmáls-