Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Page 84
82
Eivind Weyhe
Har sum endingarnar /-i/ og /-u/ í opnum útljóði falla saman, líkist
stoðan teirri í vardum útljóði. Munurin millum eintal og fleirtal
hvorvur í formporum so sum tann stóri - teir stóru, men kann vera
fluttur yvir á frammanfyri standandi hjáljóðið í porum sum tann klóki
- teir klóku, tann ungi - teir ungu og harvið vísa seg í affrikeringini.
Men her tykist ein nýggj analogisk útjavning at gera vart við seg, so-
leiðis at eisini tann munurin kann hvorva. Vit kunnu lýsa hesa gongd
sum trý stig:
(1) I II III
(tann) klóki [-tfi] klóki [-tfi] klóki [-tfi]
(teir) klóku [-ko] klóku [-ki] klóki [-tfi]
Stoðan, sum nevnd er undir III, er vanlig í málinum í Suðuroy, í Suð-
urstreymoy og (meginpartinum av) Norðoyggjum, men hon tykist at
kappast við stoðu II (við affrikeraðum k í eintali og bakmæltum (vel-
arum) k í fleirtali).
Líknandi gongd kunnu vit siggja í sagnorðum. í tátíð av veikt
bendum sagnorðum, har -i og -u er tað einasta ið ger mun á eintali og
fleirtali í tátíð, er hesin munur sjálvsagt burtur í okjum, har sum hes-
ar endingar falla saman (sbr. domið lýsti - lýstu frammanfýri). Sagn-
orðið kalla eitur í tátíð eintali kallaði (framborið /kadlaji/) og í fleir-
tali kallaðu (framborið /kadlavu/). Eftir at endingasjálvljóðini eru fall-
in saman, kann munur framvegis hoyrast, við tað at endingin í eintali
er /-aji/, í flt. /-avi/. Ella við oðrum orðum: munurin er fluttur frá end-
ingasjálvljóðinum yvir á hjáljóðið (hiatus-innskotið) frammanfyri (tað
ið vit framvegis skriva sum (ð)). Men eisini her kunnu vit í dag í áð-
urnevndu samanfalsokjum síggja eina framhaldandi útjavning av
muninum millum eintal og fleirtal, soleiðis at fólk siga bæði eg kall-
aði og vit kallaði (við /-aji/). Eisini hesa gongd kunnu vit lýsa í trim-
um stigum:
(2) I II III
Eint. kallaði [-aji] [-aji] [-aji]
Flt. kallaðu [-avu] [-avi] [-aji]