Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Page 86
84
Eivind Weyhe
tagen pá Sydera, hvor den gamle endelse pá a har holdt sig; her siger
man da stedse: nf. drangar, (sniglar)7 gf. dranga, snigla, o. s. v. i alle
hankonsord, báde af den stærke og den svage bojning.
Um z'-stovnar (t. d. bekkur, drongur) stendur, at „Gf. flt. endes pá
Sydero pá i, men er ellers overalt bleven lig nf.“ (Hmb 54:275). Um
tey veiku kallkynsorðini er tað sama galdandi („gf. risar for risa“
(Hmb 54:286)). Undir teirri bundnu navnorðabendingini nevnir hann
„gf. akrar-nar (eller rettere akra-na, den syderoiske form)“ (Hmb
54:290). Undir bendingini av lýsingarorðinum spakur verður hetta
sama havt á munni: „Den rette gf. flt. af hank. pá a bruges kun pá
Sydero, men heller ikke der stadig; den er da sammenblandet med
hunkonnets, sá man nu siger stórar (for stóra) menn, ligesável som
stórar konur“ (Hmb 54:292-93).
Undir fornovnunum (Hmb 54:303) verður hetta sama endurtikið:
teir eitur í Suðuroy tá í hvonnf. Og um hin sigur hann: „pá Syderoen
har man ogsá her og i de folgende stedord den rette form pá a for gf.
hank. flt. (ikke ar = hunkonnets); altsá hina“ (Hmb 54:304).
Um talorðið tveir sigur Hammershaimb, at tað í hvonnfalli hevur
formarnar tveir og tvá (og tógva): „Formerne tvá og tógva (for tóa)
findes ligeledes ofte i kvæderne, især som de synges pá Syderoen“
(Hmb 54:300).
Tað kann vera forvitnisligt at bera hetta saman við ta endurskoðaðu
útgávuna í Fœrosk anthologi. Har orðar Jakob Jakobsen seg nakað
knappari: „Pá Sudero træffes endnu en gf. flt. hak. pá -a, som: arma
(ellers armar)“ (Hmb 91:LXXII). Og „Anm. Pá Sudero træffes en gf.
flt. hak. pá -i (liti)“ (Hmb 91:LXXIII).
Undir lýsingarorðunum (Hmb 9LLXXXIV ff.) verða hesir gomlu
hvonnfalsformar als ikki nevndir. Tað kann nú eisini vera av misgáum.
Hvonnfalsformurin tá (kk. flt. og kvk. eint.) verður eisini nevnd-
ur her. í bendingadominum stóð hesin formur í 1854 sum fullgildig-
ur síðuformur, her í 1891 er hann settur í klombur, og sagt verður um
hann: „Formen tá i gf. huk. ent. og gf. hak. flt. træffes kun pá
Sudero“ (Hmb 91:XC1). Meira verður rott um hetta í 2.3.2. Um hin
sigur Jakob Jakobsen: „pá Suderoen træffes ogsá her og i de fol-
7 Domið í klombrum havi eg sett inn; orðið man vera gloymt hjá Hmb.