Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Side 91
Bendingamunur í faroyskum málforum 89
2.2.3 Nýtt samanfall av hver- og hvonnfalli fleirtali í kallkyni
Meðan navnorðini í kallkyni í óbundnum sniði fingu sama form í
hvor- og hvonnfalli í fleirtali, tá ið tey fingu -r skoytt uppí (hestar, vin-
ir), so hoyrdist framvegis munur, tá ið tær bundnu endingarnar komu
aftrat: hvorf. /hestanir, viininir/ (skrivað (hestarnir, vinirnir)), hvonnf.
/hestanar, viminar/ (skrivað (hestarnar, vinirnar)), t.e. -nir í hvorf.,
-nar í hvonnf.), eins og hesin nrunur kom fram í lýsingarorðum,
fornovnum og talorðum (hvorf. spakir, hvonnf. spakar osfr.), hóast -r
var komið aftrat í hvonnfalli (t.e. -ir í hvorf., -ar í hvonnf.). Sbr. (3).
Men her hevur ein nýgerð tikið seg upp í nútíðarforoyskum, og tað
er lyndi til samanfall í kallkyni av follunum báðum, hvor- og hvonn-
falli í fleirtali, ikki bara í óbundnum, men nú eisini í bundnum formi
av navnorðunum, og somuleiðis í lýsingarorðum, fornovnum og
talorðum. Stundum hoyrist hvorfalsformurin brúktur báði í hvor- og
hvonnfalli í ollum hesum fallbendu orðaflokkunum:
(7) a Eg sá hestarnir.
b Eg eigi allir hesir hestarnir.
c Eg sá nakrir hvítir fuglar.
d Hevur tú nakrir pengar?
e Eg skal keypa einir skógvar.
Tað er ilt at siga neyvt, hvar á landi hetta verður brúkt, tað tykist vera
eitt alment rák ymsastaðni. Eg havi so verið varigur við tað ikki bara
í Tórshavn, men eisini í Suðuroy og í Norðoyggjum (tað eru jú eisini
tey okini har sum endingasjálvljóðini i og u falla saman, sbr. 2.1).
Spyrt tú fólk um hetta, svara tey ofta, at tað er barnamál ella havnar-
mál (t. e. málið í Tórshavn). So einfalt er tað tó ikki.
Og undir liðini á hesum ráki, ella saman við tí, finst lyndið til at
brúka tann bundna hvonnfalsformin báði í hvor- og hvonnfalli. Men
hetta rakar bara navnorð. Hetta fyribrigdið tykist hava ein útbreiðslu-
^epil í norðaru helvt av Suðuroy, haðani tað breiðir seg suður eftir
°ynni. Men tað er eisini væl lcent í Norðoyggjum, ið hvussu so er í
Tugloy. Tú kann hoyra domir sum hesi:
(8) a Menninar eru útatrógva.
b Hagamenninar fóru burtur í haga.
c Skipsmenninar skuldu fara avstað.