Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Síða 98
96
Eivind Weyhe
hvorf. vár þár vær tær
hvonnf. os þiur os (ydur)
hvorj. osun þiun osum (ydrum)
hvorsf. osara þiara osara (ydra)
Tað er ikki ætlanin í hesi grein at viðgera spurningin um sjálvt tvítalið
og nær og hví tað fall burtur í foroyskum. Um tann spurningin kann
verða víst til Helga Guðmundsson (1972), sum viðger tvítal í ís-
lendskum og oórum málum og eisini tekur foroyskt við inn í umroðu-
na (sambært honum er foroyskt tað málið, ið longst varðveitir tann
gamla munin millum tvítal og fleirtal í persónsfornovnunum).
Nolsoe ger lítið við at greiða frá nýtslu (og muni í nýtslu). Hann
nevnir tó stutt frábregðandi formar í Suðuroy og Sandoy („Formene10
vér, þér, mér, sér, ogur for okkur, þigur for þikkur, ogra for okkara,
þigra for þikkara udtales paa Suderoen og for en Del paa Sandoen“
(Nols0e:9O)). Beint aftaná nevnir hann samanblanding millum hvonn-
fall og hvorjumfall i tvítali og fleirtali av báði 1. og 2. persóni. Tey verða
brúkt „i Fleng, nemlig okkun for okkur, osun for os etc., og omvendt"
(Hetta man sipa til málið norðantjorðs og ikki í Suðuroy og Sandoy). Og
skoytt verður uppí um fleirtalsformin sum hoviskan form: „Som Hoflig-
hedstiltale til Overmænd og dem man har Agtelse for, bruges anden Per-
sons Flertal, ligesom De i Dansken; ja endog þiur og þiun bruges offe
som Nævneform. I Fortrolighed bruges þít (Nolsoe:90-91).
Nolsoe nevnir ikki á hesum stað nakað um hóttafall á muninum
millum tvítal og fleirtal (hann kemur inn á tað undir sagnorðunum!
sbr. 2.4.1.2), og tað kann undra ein. Harafturímóti umtalar hann sam-
anfallið millum hvonnfall og hvorjumfall. Og í roynd og veru fær
hann eisini sagt, at tann hoviski formurin „ofta“ er:
(15) hvorf.
hvonnf.
hvorj.
hvorsf.
tyður, tyðum
tyður, tyðum
tyðum
tyðara
10 Formarnir mér, þér, sér standa í bendingamynstrinum sum síðuformar i hvorj-
umf.eint. av ávikavist l.p., 2.p. og tí afturbenda fornavninum og mugu vera suðuroy-
arformar. Vér afturímóti er ikki við í bendingamynstrinum, men skal helst fatast sum
síðuformur til var í flt.