Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Síða 100
98
Eivind Weyhe
og tit, tær bruges endnu pá Norderoerne og nogle bygder pá 0stero
som total og flertal, ligesom i oldsproget“ (Hmb 54:302).
Tað kann vera, at Hammershaimb hevur lyndi til at romantisera teir
arkaisku formarnar. Men eingin ivi man kortini vera um, at nakrar
restir liva eftir og at tær hava hildið sær longst í Norðoyggjum og Eyst-
uroy. Og vit fáa eisini tað at vita, at í hesi broytingartíð er ein annar
tendensur her í Norðoyggjum og Eysturoynni, tí „andre steder pá
Ostero og Norderoerne er nf. af totallet forsvunden, og man bruger da
kun vær, tær, hvad enten der tales om to eller flere“ (Hmb 54:302).
Tað merkir, at eitt ávíst rák hevur í stoðum verið tann ovuta vegin,
nevniliga at brúka gamlar fleirtalsformar um báði tvítal og fleirtal, í
hvussu so er í hvorfalli. Upplýsningarnir hjá Hammershaimb her eru
óneyvir ella í hvussu so er ikki nóg fullfíggjaðir. Soleiðis sum bend-
ingin er sett upp í Anthologiini (Hmb 9ULXXXIX), gevur hon kanska
eina ábending um stoðuna:
l.p. 2.p.
hvorf. vær, vit tær, tit
hvonnf. os(s), okkum tykkum
hvorj. osum, okkum tykkum
hvorsf. osara, okkara tykkara
Lagt verður aftrat sama stað, at fleirtalsformarnir (vær, os(s), osum,
osara og tœr)
hore kun Nordere-Ostera-dialekten til, hvor de imidlertid mere og mere
fortrænges af formerne vit, okkum, okkara og tit ... Enkelte steder pá
Nordereerne og 0steraen kan man endnu træffe vit (okkum) og tit brugt
som total i modsætning til vœr (os, osum) og tœr, der er flertal.
Kjarnin í tí, sum sagt verður, tykist vera, at fleirtalsformarnir, ið hava
livað, og sum tað framvegis eru leivdir eftir av í hesum oki, eru um at
dvína fyri tvítalsformunum. Við oðrum orðum er munurin millum tvi-
tal og fleirtal yvirhovur burtur og tvítalsformarnir verða brúktir báði
um tvítal og fleirtal, soleiðis at vit í foroyskum fáa eina líknandi gongd
sunr hana ið vit kenna úr íslendskum (sbr. Guðmundsson 1972). Tó
tykist tað at ana sum leivd onkustaðni, at ein ávísur munur verður
gjordur millum tvítal og fleirtal í hvorfalli, t.e. vit, tit í tvítali og vcer,