Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Page 102
100
Eivind Weyhe
Hetta er ein skipan, har sum upprunaligt hvonn- og hvorjumfall (við
-ur ( -r) er varðveitt og enntá er komið inn í hvorfallið. Men harum-
framt kunnu vit eygleiða ta somu gongdina sum norðanfjorðs, nevni-
liga at endingin -um, sum tók seg upp í hvorjumfalli, trokar seg víðari
inn í hvonnfail.14 Sostatt fáa vit hesar bendingar í Sandoy og í megin-
partinum av Suðuroy í dag:
(19) (a) Sandoy: (b) Suðuroy:
1. p. 2. p. l.p. 2. p.
hv^rf. vit tit okur tykur
hv0nnf. okum tykum okum tykum
hv^rj. okum tykum okum tykum
hv^rsf. ok(a)ra tyk(a)ra okra tykra
í sandoyarmáli havi eg her — eins og í (17) — valt at seta a í hvors-
fallinum í klombur. Báði stuttir og langir formar (okra/tykra og
okara/tykará) tykjast vera til í Sandoy.15
Frammanfyri havi eg nevnt, at bendingin av tí hoviska forminum í
2. persóni nú er henda um alt landið (úr etymologiskum sjónarmiði
misskrivað við (g) í staðin fyri (ð)):
14 Eins og norðanfjorðs mugu vit her rokna við einum millumstigi, har sum tað eitt
skifti hevur verið gjordur munur á hvonnfalli (okur, tykur) og hvorjumfalli (okum,
tykum).
15 Teir longru formarnir í sandoyarmáli kundu hugsast at verið uppkomnir við
ávirkan frá teimum longu norðanfjorðsforntunum okkara, tykkara (og tyðara). Hin-
vegis kundu vit eisini hugsað okkum, at teir longu formarnir eru teir eldru og íkomn-
ir við at -a analogiskt er skoytt upp í upprunaformarnar okkar, (t)ykkar (og (t)yðar),
og at stuttformarnir okra, tykra (og tyðra) eru yngri samandrignir formar.
Annars bera viðurskiftini í Sandoynni og somuleiðis í Skúgvoy merki av, at
oyggjarnar liggja imillum norðurokið og Suðuroynna. í orðasavninum á Foroyamáls-
deildini eru frásagnir úr Skálavík í Sandoy um, at okur, tykur hava verið brúktir surn
hvarjumfalsformar har í bygdini. Um okur sigur Svabo (1966), at tað i Suðuroy verð-
ur brúkt í hvorfalli fyri vit, men í onkrum orðabókahandriti sigur hann hetta eisini vera
galdandi fyri Sandoynna. Hinvegin sigur Hammershaimb, at okur og tykur verða
brúktir í hvorfalli „pá Sudero og tildels ogsá pá Skuva" (Hmb 54:302, Hmb
9ULXXXIX-XC).