Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Page 104
102
Eivind Weyhe
so skuldu vit har væntað okkum eina tilgongd sum í (22 I—II) (her er
sami ivi sum frammanfyri viðvíkjandi hvorsfallinum). Og moguliga
kundu vit eisini hugsað okkum, at gongdin helt fram til stoðu III, sbr.
(19b).
I II III
hvorf. tær tyður tyður
hvonnf. tyður tyður tyðum
hvorj. tyður tyður tyðum
hvorsf. tyð(a)ra tyðra tyðra
Men sum longu nevnt, er tað ikki so. í tí hoviska forminum hava vit í
suðuroyarmáli hvorki stoðuna í II ella III, men harafturímóti somu
bending sum alla aðrastaðni í Foroyum, nevniliga hana í (20 og 21
IV). Eg fari tó at halda, at mynstrið í II hevur verið brúkt í Suðuroy,
sjálvt um tað kann vera ringt at fora sannleikaprógv fyri tí.
í dag kunnu vit bara staðfesta, at í bendingini av tí hoviska form-
inum av persónsfornavninum hava allir foroyingar yvirtikið mynstrið,
sum í farnu old sambært Hammershaimb var brúkt norðaníjorðs, ser-
liga í streymoyarmáli (21 IV). Tað logna er bara, at eisini norðanfjorðs
er henda bending í serstoðu við at hava tyðum í hvorfalli. Bendingin
av tí hoviska forminum av persónsfornavninum er sostatt um allar
Foroyar farin aðra leið enn bendingin av persónsfornavninum annars,
ein tilgongd ið kanska hevur samband við skiftið frá fleirtali til
(hoviskt) eintal. Tí vert er at strika undir, at í nútíðarforoyskum kann
tyðum (tygum) bara verða sagt við ein persón, tó at sagnorðið stendur
í fleirtali, t. d. tygum lesa (sbr. annars Jacobsen 1996).
Vit kunnu enda hesa gjognumgongd av persónsfornavninum við at
taka samanum og staðfesta, at skipanin í (13) er galdandi allastaðni
norðanfjorðs, (18) finna vit í einum parti av Suðuroynni (serliga
Sumba), (19a) í Sandoynni og (19b) í Suðuroynni. Fyri tann hoviska
formin er (20) tikið í brúk um alt landið.
2.3.2 Avísingarfornavnið tann
Eisini hetta fornavnið við sínum skiftandi formum hevur volt trupul-
leikar, ið hava fort til ymsa gongd í teimum ymisku landsportunum.