Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Page 105
103
Bendingamunur í faroyskum málforum
Sum vit longu hava nevnt (í 2.2.1), so sogdu mállærurnar í 19. old
okkum, at tann eldri hvonnfalsformurin tá í kallkyni fleirtali (norr. þá)
livdi framvegis i Suðuroynni, og somuleiðis í hvonnfalli eintali í
kvennkyni (um tá konuna) (Hmb 91:XCI). Hvorgin teirra er til long-
ur. Nú eitur tað um teir menninar og (vanliga) um ta konunaP
Tann broyting, ið vit best kunnu eygleiða í dag, er hon sum hendir
í ollum hvorjumfallinum í eintali og í hvonnfalli eintali í kvennkyni.
Tann eldra skipanin í hvorjumfalli hevur verið:
(23) Fornmál Eldri foroyskt
kk. kvk. hvk. kk. kvk. hvk.
hvorj.eint. þeim þeirri því teim teirri tí
Her er ein gongdin tann, at hvorkikynsformurin trokar seg inn í hini
bæði kynini, og vit fáa hetta:
(24) kk. kvk. hvk.
hvorj.eint. tí tí tí
Hammershaimb sigur (Hmb 91:XCI), at „Hf. [t.e. Hensynsfald =
hvorjumfall] ent.) synes efterhánden at ville antage formen tí for alle
kon; teim er sjældent (man siger tí manni)', teirri bruges dog endnu
overalt af ældre folk og i afsides bygder“ (so at siga tað sama stendur
í Hmb 54:303). Bendingin, ið sett er upp í Hmb 91, er henda:
(25) kk. kvk. hvk.
Eint. hvorf. tann tann tað
hvonnf. tann ta (tá) tað
hvorj. tí (teim) teirri, tí tí
(hvorsf. tess teirrar tess)
Flt. hvorf. teir tær tey
hvonnf. teir (tá) tær tey
hvorj. hvorsf. teim, teimum teirra
17 Tað er ikki óhugsandi, at hetta (ta) (fyri tað eldra tá) i hvonnf. kvk. er flutt úr
hyk. inn i kvk. og at tað tí er formurin (tað) vit hava her. (ð) hoyrist ikki, og tí ljóða
(tað) 0g (ta) eins. Tí hevði kanska skil verið í at skrivað (tað) í kvk. eisini, og vit
hovdu sloppið undan einum stavsetingartrupulleika.