Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Síða 110
108
Eivind Weyhe
í 1891 verður hetta orðað á henda hátt (Hmb 91:XCVI):
Fortids fremsætt. máde éntal er éns i 1. og 3. pers. (eg, hann tók); 2. pers.
dannes ved tilfojelse af t el. almindeligst (nordeníjords) -st (tú tókt el.
tókst), tú drapt el. drapst). Ender stammen pá ð el. t el. lang vokal, sá
enten bortfalder 2. persons -t (sondenfjords, Sandoy) eller ogsá tilfojes
-st (ikke -t) ... Pá Sandoy hores st meget sjælden, idet her 2. pers. enten
ender pá -t eller ogsá er lig 1. pers., som tú tókt el. tú tók. Ender stam-
men pá r, tilfojes i 2. pers. ent. kun t, som: tít bart, tú fórt (af bera,fara).
Reglurnar, sum settar eru upp hjá Hammershaimb (í 1854 og 1891)
tykjast ikki serliga greiðar ella fullfíggjaðar (hann umtalar bara tátíð
her, men onkustaðni, t. d. s. CX, nevnir hann nútíðarformar í 2. persóni
eintali). Samanumtikið kundu orðingarnar í Hmb 54 og 91 bent á, at
-t sum ending í 2. persóni hevur verið vanligari í farnu old enn í dag,
eisini sunnanQorðs. Men burtursætt frá tí, so tykist stoðan at minna
um tað, vit kenna í dag.
Her skal verða lagt aftrat, at í dag virkar skipanin stundum á tann
hátt, at ending (-st el. -t) verður nýtt, tá ið tú stendur aftan á sagn-
orðið, men ikki tá ið tað stendur frammanfyri. Tað kann tí eita tú
slapp, men slapst tú. Hetta er vanligt í suðuroyarmáli í dag, men
tykist heldur ikki vera ókent norðanfjorðs (sbr. eisini Werner
1970:341).
í talvu 6 kunnu vit seta upp eina skipan, ið er vanlig í dag, hóast
hon í veruleikanum ikki altíð er so einfold:
Talva 6: Sagnorð í 2. pers. eint.
Sunnanfjorðs Norðanfjorðs
Suðuroy Sandoy
tú er, tú slapp ert tú, slapst tú tú er, tú slapp er tú, slapp tú tú ert, tú slapst ert tú, slapst tú
2.4.1.2 Fleirtal
Vit hoyrdu, at Hammershaimb gramdi seg um, at tey ungu vóru farin
at aftra seg við at brúka gamlar formar so sum vœr havum og valdu
heldur at siga vit hava, serliga tá ið tey komu til Havnar (sí 1.2).