Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Page 112
110 EivindWeyhe
Jákup Nolsue umtalar (s. 100-101) sagnorðaendingar í nútíð á henda
hátt:
Alle færoiske gjerningsord endes i Nutidens forste Person pá i (nogle
Hjelpeord undtagen), og i anden og tredie Person paa r. Flertallets tredie
Person er stedse lig den upersonlige Maade [t.e. navnháttur]; den forste
Personendelse dannes ved at forandre infinitivi Endeselvlyd a til um el-
ler, som ofte udtales, un, den anden, ved at ombytte samme Endelse med
i eller rettere ið, naar kun agtes, at dette ð er meget blodt og flyder sam-
men med i.
Tá ið hann setur sagnorðabendingarnar upp, skilur hann millum ein-
tal, tvítal og fleirtal! Fyri at taka eitt domi kunnu vit hyggja at bend-
ingini av inda (í dag skrivað (ynda)) og banna, ið hoyra til tann flokk-
in ið hann kallar „Forste Forandringsmaade, forste Klasse“ (Nolsoe:
104-105). í eintali bendir hann, sum vit gera í dag:
(30) Nútíð Tátíð
Eint. l.p. E indi/banni indaji/bannaji (ði)
2.p. þú indar/bannar indaji/bannaji
3.p. hann indar/bannar indaji/bannaji
í tvítali (sum bara hevur 1. og 2. persón) er endingin -a, t. e. sum fleir-
tal í nútíðarforoyskum (ella sum í 3. persóni í tí gamla fleirtalinum):
(31) Nútíð Tátíð
Tvít. 1./2. p. vid/þid inda/banna indavu/bannavu (du)
Men í fleirtali bendir hann í persónum eftir norronari fyrimynd (tó
uttan umljóð):
(32) Nútíð Tátíð
Flt. l.p. vár indum/bannum indavum/bannavum (dum)
2.p. þár indið/bannið indavuð/bannavuð (duð)
3.p. þajr inda/banna indavu/bannavu
Vit síggja, at Jákup Nolsoe bendir sagnorðið oðrvísi í tvítali enn í
fleirtali, við tað at hann knýtir ta gomlu persónsbendingina í fleirtali
av sagnorðinum saman við teir gomlu fleirtalsformarnar (pluralis) av
persónsfornavninum (vœr yndum, vœr yndaðum), t.e. tvey fyribrigdir
ið bæði eru á veg út úr málinum og tí fyri honum mugu umboða okk-