Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Blaðsíða 117
Bendingamunur í faroyskum málforum 115
2.4.5 Hevði, legði, segði
I innganginum til sagnorðini nevndi eg, at konjunktivsbendingin er
horvin í foroyskum. Tað logna er, at í bendingini av sagnorðunum
hava, leggja og siga liva teir upprunaligu konjunktivsformarnir hevði,
legði og segði eftir í nútíðarforoyskum, men nú sum vanligur soguhátt-
ur (indikativ) í tátíð, og bert í eintali. Tí í fleirtali eitur tað hovdu,
logdu, sogdu í samsvari við upprunaligan soguhátt (sbr. norr. hgfðu,
h?gðu, sQgðu). Vanliga bendingin í tátíð er tí henda (og borin saman
við 3. p. í fornmáli):
(41) Fornmál (3. p.)
Foroyskt indik. konj.
Eint. eg/tú/hann hevði legði segði hafði hefði
Flt. vit/tit/teir hovdu logdu sogdu hQfðu hefði
Her hevur tann nýgerð tikið seg upp summastaðni at brúka eintals-
fonnarnar báði í eintali og fleirtali:
(42) Eint. eg/tú/hann hevði legði segði
Flt. vit/tit/teir hevði legði segði
Mállæruhovundarnir nevna ikki hetta, og kanska er tað ikki serliga
gamalt heldur, men tað hoyrist víða hvar, eisini hjá gomlum fólki. Tað
er vanligt at hoyra í Suðuroy og í Suðurstreymoy, helst eisini í Norð-
°yggjum og portum av Sandoy (t. d. í Skopun), og tað tykist sostatt at
hava fótafesti, har sum samanfall er millum /-i/ og /-u/ í opnari ending.
^en upplýsningar eru um hetta eisini úr oðrum plássum, t. d. av Sandi,
s° ilt er at avmarka hetta málsliga fyribrigdið heilt neyvt landa-
froðiliga. í skúlunum verður eisini barst móti tí av ollum alvi.
Orð at enda
Fyri nú at taka samanum, so kunnu vit staðfesta, at hóast Hammers-
haimb í 1854 sigur um tey foroysku bygdamálini, at í bending er „en-
hed imellem dem“, burtursætt frá persónsfornavninum, so vísa mál-
herurnar, at ikki heilt sort av bendingamuni hevur verið. Men tað kann
ju eisini hugsast, at munurin ikki hevur verið so stórur, sum mállær-