Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 9

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 9
TJÓÐSKAPARRØRSLA SUM SØGULIGT FYRIBRIGDI 13 búskaparskipanina, kapitalismuna, og siða- skiftið, reformatiónina, sum partar av somu søk: Eins og vinningur í handilslívinum var sælan ein egin søk, og íløgur í bæði javnt góðar. Framgongd í tí veraldliga var tekin um stuðul úr erva, og trúgvin á tað skapandi gav upp aftur meira framburðarhug. Men tann nýggja borgarstættin kundi ikki í krøvum sínum um vald og ávirkan í sam- felagnum vísa til ætt og uppruna eins og aðalin. Hon kundi tó vísa til tann týdning, hon hevði fyri samfelagsins trivnað og gagn. Aðalsættarbond gingu um landamørk - að- alin var „internationalur“. Borgarastættin, afturímóti, var „national“, avmarkað til egið land ella ríki. Tí fekk hon eisini, sum frá leið, á ein hátt somu áhugamál sum fúrstar- nir, sum aftur kundu nýta borgarstættina ímóti áðalinum, ið helt fast um framíhjá- rættindi síni, sum t.d. skattafrælsi. Hóast enn síggjast sjónarmið sum tey hjá Max Weber, verður tó í dag ikki hildið, at allir spurningar hesari gongd viðvíkjandi eru so einfaldir at svara. Tað hevur eisini verið roynt at gera tjóðskaparrørsluna til eitt úrslit av upplýsingartíðini, t.d. seinna helmingi av 18. øld, og at seta hana í samband við koll- veltingarnar í Amerika og Fraklandi - við kravinum um rætt einstaklingsins og harvið tjóðanna. Men eitt av høvuðseyðkennunum við upplýsingartíðini var júst, at hon var alheimlig, „kosmopolitisk“. Kortini hómast tjóðskaparligir glottar aftan fyri alt tað al- heimliga og alt tað klóka og skynsama, sum samtíðarfólk løgdu dent á. Ikki minst sæst hetta í tí heilt nýggja áhuga, sum lærdir menn løgdu í vísindaligt innsavningararbeiði í hes- um tíðarskeiði: I Onglandi gjørdi Samuel Johnson stóru orðabók sína, Dictionary of the English Language; í Fraklandi gjørdu encyclopædistarnir sítt velduga innsavn- ingar-, samskipanar- og útgávuarbeiði. I Keypmannahavn og seinni í Føroyum sat føroyingurin Jens Chr. Svabo trúliga við sínum verki, og aftanfyri búði nógv meira enn bert áhugi vísindamansins fyri sjáld- somum lutum og fyribrigdum og hugurin at bjarga teimum undan týning. Ferð eftir ferð skínur alskurin til føðiland og fólk ígjøgnum allan lærdómin. Eingin ósemja er um, at romantikkurin skundaði undir tjóðskaparligar kenslur. Tann dentur, hann legði á ta einføldu menn- iskjuna, á fortíðina og søguna, mátti bera hetta í sær - og í hesum sambandi var tjóð- skaparkenslan ikki stættabundin. Sam- stundis fær henda kenslan ein guddómligan dám. Serstakliga teir týsku romantikararnir, og fremst teirra millum J.G. Herder, løgdu dent á - og tað var náttúrligt í tí politiskt sundurpettaða Týsklanoi - at Várharra sjálvur hevði givið hvørjari tjóð síni eyð- kenni, og fremst av øllum eyðkennum var móðurmálið. Við hesum gjørdist tað ein átrúnaðarlig skylda at røkja tær gávur, skap- arin hevði givið. Hóast romantikkurin end- aði sum ein konservativ - ikki at siga reak- tioner - rørsla, kann eingin ivi vera um, at hann ruddaði gøtuna - ikki minni enn alt vit og skil í upplýsingartíðini - fyri tí komandi fólkastýrinum - og gav vanligum menniskj- um virði, sum aftur var grundarlag fyri kravi um rættindi. Søguliga, og heldur ikki heimspekiliga, var ikki langt frá kravinum um sjálvsøgd rættindi hjá einstaklingum til rættindi hjá samfeløgum av einstaklingum, ið kendu seg at hava felags virði, sum verd vóru at varð- veita og menna. Soleiðis gjørdist tjóðskap- arkenslan og tað virksemi, sum úr henni kom, hitt sterkasta vápnið og hin sterkasta grundgevingin í stríði tjóðanna fyri sjálv-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.