Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 115
FØROYSK KLÆÐIR
119
ermarnar, ei heldur um frynsarnar á brysti-
num. Harafturímóti sigur hann stakkin hava
silvurmallur, floyalsbelti við áseymaðum
silvurkúlum og somu brosju, sum Lucas
Debes skrivar um. J.Chr. Svabo sigur brosj-
una ringla við minstu rørslu, men at tað als
ikki er nakað óljóð. Um stakkin sigur J.Chr.
Svabo, at hann er sjáldnari at síggja nú enn
fyrr.
Jørgen Landt skrivar tað sama um sjálvan
stakkin sum teir báðir frammanundan, men
sigur ermarnar nú hava floyalsuppslag við
áseymaðum knipplingum. Um hálsin og utt-
an á kjólanum er fínt hvítt turriklæði við
breiðum knipplingskantum. Hetta er møgu-
liga ein dupultkragi, sum vit kenna hann nú
á døgum. Brosjan er tann sama, men beltið,
ið er av reyðum floyali við silvurkúlum, hev-
ur fingið silvurspenni. Bæði J.Chr. Svabo og
Jørgen Landt siga, at annar endin á beltinum
hongur niður framman.
Hvørki C.J. Graba ella H.J.J. Sørensen
nevna stakkin.
H.M. Debes skrivar í Jólastjørnuni 1966, at
tríggir litir vóru brúktir til stakkin: skarlaks-
reytt, grasgrønt og himmalblátt. Tann blái
liturin var mest brúktur. H.M. Debes sigur
lívið vera seymað við flundruryggi („prin-
sessefacon"), annars skjúrtið lagt í føll, sum
áður nevnt. Um ermuna sigur hann, at hon
er long og smøl við lítlum uppslag og pípað-
ari blondu framman. Stakkabrystið og upp-
sløgini høvdu annan lit. Stakkurin var van-
liga úr fínum klæði (klæði merkir í hesum
føri sernavnið á ávísum toyi) ella øðrum
ullintum toyi. Til stakkin hoyrdi silvurbelti,
mallur, stimi og stakkanál, sum eisini var úr
silvuri. Um hálsin silkikragi. H.M. Debes
sigur, at tá ið stakkurin var brúktur til brúð-