Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 90

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 90
94 EITT ÍKAST TIL EINA FJØLBROYTTARI MYND ur hin fyrri sjónleikurin var, líka so øgiligur og spennandi var hin seinri; Veðurføst, ein blíð og stillislig bóndamynd av føroyskum gerandislívi innanhýsis, har nógv verður tos- að, men „handlingin“ einans er tann van- liga, at tvey ung finna hvørtannað. Siterað eftir Før. bókmentum í úrvali 2, s. 287. „Veðurføst“ var skemtiligur, men hann var spakur og har hendi lítið - blíður og still- isligur. Hann lýsti vanlig viðurskifti, tað gerandisliga. Kristin í Geil heldur - í 1925 - ikki, at tað er nakað serligt, heldur ikki at lýsa hvussu genta og drongur verða góð. Tað er eyðsæð, at Kristini í Geil bæði dámdi og dámdi ikki leikin. Leikurin hevði lítið upp á seg, men var væl spældur. Gunnar Havreki hevur kanska heldur ikki verið nakar framúrskarandi leikur, Kristin í Geil tykist at halda, at hann var mest sum melodramatiskur: háfloygdur, kanska við grovum snildum fyri at fáa ódnarveðrið og niðuna - sum ikki eru í prentaða leikritinum - at rigga á pallinum, so at „ússalig konu- fólk“ svímaðu. Helst ger hann nakað nógv av. Greinin er skrivað eini 35 ár eftir hendingina. Hann hevur ivaleyst sæð leikirnar sjálvur, men iva- samt er, hvat ella hvussu hann minnist hann. Kristin var 12 ára gamal, tá ið hann sá leik- irnar, og metingarnar av teimum eru óivað merktar av tí - Gunnar Havreki hevur iva- leyst talað sterkari til dreingjahugflogið enn Veðurføst. Leikritið Gunnar Havreki er til, tí kunnu vit sjálv kunna okkum við hann.7 Heitið á leikinum sipar til søguna um Heina Hav- reka, annars er evnið nútíðarligt. Gunnar ferst á útróðri. Konan og vermóðirin, sum eru við hús, bera leikin, og Gunnar kemur bert fram í einum dreymi og í hamferð. Brennivín er atvoldin til at hann og báts- manningin øll farast, tí veðrið er av tí besta. Brennivín og brennivínsnýtsla vóru sera aktuell evni seinast í 19. øld, og leikurin leggur soleiðis upp í kjakið um rúsdrekka og fráhaldsrørslu. Tað er verri statt, um vit sjálv vilja taka støðu til, hvussu Veðurføst er. Kristin í Geil skrivar í teirri nevndu greinini, at leikritið er horvið. So illa er kortini ikki vorðið. I tí Varðanum, har greinin hjá Kristini í Geil stendur, er ein pallmynd úr Veður- føstum, har tólv eru uppiá. Umframt høv- undin og brøður hennara Jóannes og Sigg- ert, vóru leikararnir Sigrid Jacobsen, Amal- ia Joensen, Petra Olsen, Chr. Ludvig Jo- hannesen, Mina Mortensen, Gullak Jacob- sen, Jens Olsen, Jens Evensen, og Søren Muller. A Føroya Landsoókasavni eru fýra leik- lutir varðveittir - fýra handrit, hvørt við sín- um leikluti og leiðorðum úr øðrum. í apríl 1928 læt Petra Olsen bókasavninum ein leiklut, tann hjá Møggu. Amalia Joensen læt bókasavninum leiklutin hjá Tróndi, og ímillum hesi handrit er ein leiklutur afturat, tann hjá Guðruni. I einum hefti hjá Sigrid Jacobsen, gift Niclasen, stendur leikluturin hjá húsfrúnni, og í sama hefti stendur eisini leiklutur hennara í Gunnari Havreka, har hon spældi Gunhild, vermóður Gunnar. Fýra leiklutir eru til, leiðorðini nevna sjey aðrar leikarar, tilsamans hava tískil í minsta lagi verið ellivu leiklutir. Samanborið við tey tólv á myndini frá framførsluni restar í - kanska hevur rithøvundurin kortini ikki spælt við, hon ella onkur annar av teimum tólv á myndini hevur kanska verið leikstjóri. Við hesum fýra leiklutunum ber til at seta partar av leikinum saman aftur. Eg skal nú
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.