Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 90
94
EITT ÍKAST TIL EINA FJØLBROYTTARI MYND
ur hin fyrri sjónleikurin var, líka so øgiligur
og spennandi var hin seinri; Veðurføst, ein
blíð og stillislig bóndamynd av føroyskum
gerandislívi innanhýsis, har nógv verður tos-
að, men „handlingin“ einans er tann van-
liga, at tvey ung finna hvørtannað.
Siterað eftir Før. bókmentum í úrvali 2, s.
287.
„Veðurføst“ var skemtiligur, men hann var
spakur og har hendi lítið - blíður og still-
isligur. Hann lýsti vanlig viðurskifti, tað
gerandisliga. Kristin í Geil heldur - í 1925 -
ikki, at tað er nakað serligt, heldur ikki at
lýsa hvussu genta og drongur verða góð.
Tað er eyðsæð, at Kristini í Geil bæði
dámdi og dámdi ikki leikin. Leikurin hevði
lítið upp á seg, men var væl spældur.
Gunnar Havreki hevur kanska heldur ikki
verið nakar framúrskarandi leikur, Kristin í
Geil tykist at halda, at hann var mest sum
melodramatiskur: háfloygdur, kanska við
grovum snildum fyri at fáa ódnarveðrið og
niðuna - sum ikki eru í prentaða leikritinum
- at rigga á pallinum, so at „ússalig konu-
fólk“ svímaðu.
Helst ger hann nakað nógv av. Greinin er
skrivað eini 35 ár eftir hendingina. Hann
hevur ivaleyst sæð leikirnar sjálvur, men iva-
samt er, hvat ella hvussu hann minnist hann.
Kristin var 12 ára gamal, tá ið hann sá leik-
irnar, og metingarnar av teimum eru óivað
merktar av tí - Gunnar Havreki hevur iva-
leyst talað sterkari til dreingjahugflogið enn
Veðurføst.
Leikritið Gunnar Havreki er til, tí kunnu
vit sjálv kunna okkum við hann.7 Heitið á
leikinum sipar til søguna um Heina Hav-
reka, annars er evnið nútíðarligt. Gunnar
ferst á útróðri. Konan og vermóðirin, sum
eru við hús, bera leikin, og Gunnar kemur
bert fram í einum dreymi og í hamferð.
Brennivín er atvoldin til at hann og báts-
manningin øll farast, tí veðrið er av tí besta.
Brennivín og brennivínsnýtsla vóru sera
aktuell evni seinast í 19. øld, og leikurin
leggur soleiðis upp í kjakið um rúsdrekka og
fráhaldsrørslu.
Tað er verri statt, um vit sjálv vilja taka
støðu til, hvussu Veðurføst er. Kristin í Geil
skrivar í teirri nevndu greinini, at leikritið er
horvið. So illa er kortini ikki vorðið.
I tí Varðanum, har greinin hjá Kristini í
Geil stendur, er ein pallmynd úr Veður-
føstum, har tólv eru uppiá. Umframt høv-
undin og brøður hennara Jóannes og Sigg-
ert, vóru leikararnir Sigrid Jacobsen, Amal-
ia Joensen, Petra Olsen, Chr. Ludvig Jo-
hannesen, Mina Mortensen, Gullak Jacob-
sen, Jens Olsen, Jens Evensen, og Søren
Muller.
A Føroya Landsoókasavni eru fýra leik-
lutir varðveittir - fýra handrit, hvørt við sín-
um leikluti og leiðorðum úr øðrum. í apríl
1928 læt Petra Olsen bókasavninum ein
leiklut, tann hjá Møggu. Amalia Joensen læt
bókasavninum leiklutin hjá Tróndi, og
ímillum hesi handrit er ein leiklutur afturat,
tann hjá Guðruni. I einum hefti hjá Sigrid
Jacobsen, gift Niclasen, stendur leikluturin
hjá húsfrúnni, og í sama hefti stendur eisini
leiklutur hennara í Gunnari Havreka, har
hon spældi Gunhild, vermóður Gunnar.
Fýra leiklutir eru til, leiðorðini nevna sjey
aðrar leikarar, tilsamans hava tískil í minsta
lagi verið ellivu leiklutir. Samanborið við tey
tólv á myndini frá framførsluni restar í -
kanska hevur rithøvundurin kortini ikki
spælt við, hon ella onkur annar av teimum
tólv á myndini hevur kanska verið leikstjóri.
Við hesum fýra leiklutunum ber til at seta
partar av leikinum saman aftur. Eg skal nú