Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 114
118
FØROYSK KLÆÐIR
Ikki ber til at fáa alt við, tí havi eg valt at
endurgeva hesar persónar, fyri søguliga at
vísa á, hvat skrivað hevur verið um klæðini
við ávísum áramáli ímillum.
Lucas Debes umboðar tíðina um 1600-
1700, Jens Chr. Svabo og Jørgen Landt tíð-
ina 1775-1800, Carl Julian Graba tíðina um
1825, Hans J.J. Sørensen tíðina um 1850,
Hans M. Debes tíðina seinast í 19. og fyrst í
20. øld. Sjálv geri eg egnar viðmerkingar.
Umframt hesar áðurnevndu persónar, ið
viðgera tey føroysku klæðini sum heild, havi
eg endurgivið í brotum Elsu Bærentsen,
Petru Djurhuus, Jóhonnu Mariu Skylv Han-
sen, Marionnu í Kongsstovu, Helenu Pat-
ursson, Andrias Djurhuus, Jens Chr. Djur-
huus, J.P. Gregoriussen og Poul Nolsøe. Hesi
umboða eisini tíðina seinast í 19. og fyrst í
20. øld. Úr tilfari, eg ikki havi tikið við her,
er vert at nevna greiningina av myndunum
hjá Born frá 1790-árunum, sum Arne Thor-
steinsson og Jóan Pauli Joensen skrivaðu í
Mondli nr. 3, 1977.
í tekstinum vísi eg ikki til blaðsíðutal í
hvørjum einstøkum føri, men geri tað í stað-
in í sjálvum bókmentayvirlitinum, so at tey,
sum hava áhuga, kunnu finna fram til tað.
Frágreiðing um klæðir
Um frágreiðingin skal vera eftirfarandi, er
neyðugt, at hann, ið skrivar, hevur innlit í
evnið eins og hann, ið lesur, so til ber at
hugsa og ivast.
Til ber, við fáum og einføldum orðum, at
siga frá tí mest týðandi við einum plaggi,
sum til dømis, tá ið Jóhannes apostul sigur
Jesusar kyrtil vera uttan seym, vovnan í ein-
um, ella tá ið íslendingar í fyrstu bíbliutýðing
síni 1584 siga kyrtilin vera bundnan. Til ber
eisini at skriva um klæðini sum heild, greina
tey sundur og siga frá hvørjum plaggi sær,
eins og gjørt verður í Mósebók, tá ið greitt
verður frá prestabúnum Arons.
Sjálv havi eg valt at greiða frá hvørjum
plaggi sær, so lættari verður at leita eftir
frágreiðing um einstøk plagg.
Tá endurgivið verður á donskum, er tað fyri
at eg ikki við óvilja skal mistulka setningar
sum t.d. hendan: „Skjørtet er enten Ain-
skefta, eller stribet, lignende Hvergarn".
„Stribet“ kann í hesum føri eins væl vera
spølut og teinut, spølut, ella bara teinut, sum
bæði í íseting og útsjónd er hvørt sítt. Spølur
er breiðari enn teinur.
Stakkur
Lucas Debes sigi frá kjóla, sum er seym-
aður við nógvum føllum í skjúrtinum. Hesin
kjólin er seymaður úr klæði, antin myrka-
bláum ella reyðum, er prýddur framman um
ermarnar við reyðum klæði, svørtum floy-
alsbondum og frynsum. Framman er stórt
bryst við frynsum í erva og røðum av bord-
um ella snórum; møguliga er hetta stimin,
hann skrivar um. Ovast í brystinum er gylt
brosja, fýrkantað sum ein rútari, við smáum
leyshangandi bløðum; brosjan er fest ígjøgn-
um hálsklútin og brystið. Lucas Debes
skrivar einki meir um hálsklútin, hvørki
hvussu hann sær út, ella úr hvørjum toyi
hann er seymaður. Lucas Debes sigur tey,
sum minni formáddu sær, hava sama slag
brosju, men úr messing. Beltini vóru úr
messing.
J.Chr. Svabo skrivar tað sama sum Lucas
Debes um sjálvan stakkin, nevnir einki um