Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 128
132
FØROYSK KLÆÐIR
bummull ella silki. Framstykkini eru sneidd
niður framman, tveir eru lummarnir, og
kragin er kotakragi. Vinstrumegin eru 6
knapphol, seymað við sama liti sum vesturin,
upp frá í neðra, og høgrumegin 6 silvur-
knappar. Ymist er, um knapphol og knappar
eru undir kotakraganum ella eingi. Aftan er
spenni og tampur, so til ber at víðka ella
treingja um vestin. Broderíini eru vanliga
upp framman, um lummarnar og fremst á
kotakraganum. Mynstrini eru ymisk. I ein-
støkum ættum verður hildið fast við sama
mynstur.
Buksurnar
Lucas Debes skrivar einki um buksur. J.Chr.
Svabo skrivar, at buksurnar eru svartar og
víðar, opnar niðan fyri knæ, snørdar við liss-
um. Framman er víð splitta uttan knappar,
sum altíð stendur opin, serliga sjónlig av tí
hvítu stúkuni. J.Chr. Svabo heldur tað hevði
sæð betur út við klaffa framman, men ivast í,
um føroyingar fáast til at skifta móta, tí sum
hann sigur, „vani bítur best“.
J. Landt skrivar tað sama sum Svabo. C.J.
Graba sigur tær víðu buksurnar úr svørtum
klæði røkka niður um knøini og lummarnar
vera prýddar við reyðum og blonkum
knappum. H.J.J. Sørensen sigur buksurnar
vera úr svørtum vaðmali við blonkum
knappum.
H.M. Debes nevnir ikki buksurnar.
Buksurnar eru nú vanliga kvarðabuksur,
tó havi eg sæð knæbuksur við splittu.
Kvarðabuksurnar eru úr heimavovnum vað-
mali ella svørtum handilsklæði. Framstykkið
í erva, eisini kallað kvarðin, er í tveimum,
eins og á vanligum buksum. Knappað verður
á miðjuni við tveimum knappum niðureftir,
ovari knappurin er svartur og niðari blankur
stimaknappur úr silvuri. Umframt mið-
knappin í erva eru tveir hvørjumegin til sel-
arnar og tveir aftan. 11 cm niður frá ovara
kanti framman eru tveir svartir knappar
hvørjumegin stimaknappin.
Niðan fyri hesa røð av knappum eru inn-
seymaðir (paspoleraðir) lummar, ein
hvørjumegin. Klaffin (lúkan, slagið) hevur 5
knapphol, tey 3 á miðjuni venda upp og
niður, tey í horninum venda upp á skrá.
Klaffin verður kneptur niðan á kvarðan.
Niðast um brøkurnar er „sliss“, fýra knapp-
hol, 4 silvurknappar, tampur og silvurspenni.
Talið á knappum og knappholum kann vera
ymist, bæði trý og fimm.
Stúkan
Lucas Debes -sigur stúkuna vera ullinta,
hendingaferð úr lørifti. J.Chr. Svabo sigur
vanligu stúkuna vera hvíta, ullinta, kvarðaða
við bláum klæði. Um sunnu- og halgidags-
stás sigur hann: „Linnedet bestaaer i en
Natskjorte, og en fiin Klud om Halsen, og
for de fornemste Bønder Hals-Krave og
Halv-Ermer“. Linnedet merkir í hesum føri
undirklæði og náttskjúrtu, plaggið, ið er næst
kroppinum, í hesum føri úr lørifti.
J. Landt sigur vanligastar vera fínar hvítar
ullintar stúkur, kvarðaðar við bláum, bert
onkur hendinga ríkmaður eigur lørifts-
skjúrtu.
C.J. Graba sigur einki um sjálva stúkuna,
men sigur útróðrarmannin lata seg í roð-