Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 77
Hvussu eigur kirkjumálið at vera?
Petur Martin Rasmussen
í bókini um málstríðið1, sum kom í 1987,
havi eg viðgjørt tað partapolitiska stríðið um
kirkjumálið og um, hvussu føroyskt mál so
við og við vinnur sigur í kirkjuni2. Við hes-
um arbeiðssetningi, sum eg havi hildið meg
rættiliga strangt til, var evnið avmarkað. Tí
eru týðandi tættir um føroyskt kirkjumál
ikki viðgjørdir. Tó hevur í mongum førum
verið neyðugt at nerta við teir fyri at fáa
viðgjørt tað, sum eg hevði sett mær fyri.
Ein spurningur, sum bert leysliga er um-
røddur, er, hvussu teir, sum fóru undir at
skriva føroyskt bíbliu- og kirkjumál, hugs-
aðu sær, at kirkjumálið átti at vera. Tað er
henda spurningin, eg skal siga eitt sindur um
her. Og eg fari serliga at leggja meg eftir,
hvat teir báðir bíbliutýðararnir, Victor
Danielsen og Jákup Dahl, søgdu um henda
spurning, men eisini aðrar fari eg at nevna.
Tað er ikki serliga nógv tilfar til, men tað
gevur okkum eina hampiliga greiða fatan av
hugsan teirra um tann málbúna, sum teir
ynsktu at lata bíbliutýðingarnar í.
Hjá Victor Danielsen fari eg at halda meg
til bíbliutýðingina og hjá J. Dahl harumframt
til tað, hann sigur um kirkjumál yvirhøvur.
Um keldutilfarið til hesa grein er at siga,
at alt tað, her verður nevnt um J.H. Schrøter,
Fróðskaparrit 36.-37. bók (1988-89): 81-92
havi eg frá endurútgávuni hjá Chr. Matras
av Matteustýðing Schrøters3. Tað, sum end-
urgivið verður eftir Victor Danielsen, er alt
tikið úr eini ritgerð hjá Jógvani á Lakjuni4.
Sjónarmiðini hjá J. Dahl kenna vit frá
óprentaðu endurminningum hansara5 og frá
offisiellum skrivum í sambandi við stríðið
um kirkjumálið6. Okkurt annað tilfar verður
eisini brúkt, sum verður nevnt so við og við.
Eg havi ikki brúkt bløðini. Tey hava ikki
týdning í hesum viðfangi, av tí at tað, sum
har kemur fram, fyri tað mesta ikki er bygt á
grundgivin sjónarmið. Fyri málgranskarar
hava sjálvsagt teir bíblisku og kirkjusøgu-
ligu tekstirnir størsta týdning. Okkurt fari
eg at taka upp aftur úr bókini um málstríðið.
Eg fari at byrja við Schrøter, sum týðir
100 ár undan Victor Danielsen og Jákupi
Dahl.
í 1823 kom út týðing J.H. Schrøters av
Matteusevangeliinum. Hann fór undir
bíbliutýðing, tí at hann í prestyrki sínum
stundum hevði brúkt føroyskt og hevði tá
verið varur við, at fólk skilti betur føroyskt
enn danskt. Eftir nútíðarmáti er týðingin hjá
Schrøter kanska ikki serliga gott og reint
føroyskt mál. Sjálvur sigur Schrøter, at hann
við vilja hevði brúkt eitt sindur eldri mál,