Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 148
152
TÆR ELSTU MYNDIRNAR AV FØROYSKUM PLANTUM
Sand-fjørukál
(Cakile maritima Scop.)
Tann fjórða føroyska plantan í Flora Danica
er fjørukál. Hetta er mynd nummar 1583, og
árið er 1818.
Teksturin er soleiðis:
TAB. MDLXXXIII.
Kakile s. Eruca maritima latifolia. Bauh.
hist. 2. p. 868.
Isatis ægyptiaca. Forsk. descript. p. 121.
Bunias Kakile B. Vahl Symb. 2. p. 78.
Kakile cegyptiaca: foliis obovatis inciso-
dentatis. Willd. sp. 3. p. 417.
Jeg har fundet den ved Stranden imellem
Ribe og Varde i Jylland. Hr. Cand. Theol.
Lyngbye, Botanikens heldige Dyrker, har
fundet den ved Strandbredderne af Færøe.
Anm. Den er sikkert en Afart af Kakile
maritima.
Tað merkir: Breiðbløðkutur sævarsinoppur
ella salatsinoppur. J. Bauhinus: Historia
plantarum universalis 2, síða 868.
Egyptisk vaid. P. Forsskál: Descriptiones
plantarum florae aegyptiaco-arabicae síða
121.
Frábrigdi av Bunias Kakile. Vahl: Symbolae
botanicae 2, síða 78.
Egyptiskur sævarsinoppur: við øvugt egg-
vaksnum, skørðutum-tentum bløðum. K.L.
Willdenows útgáva av Linnes Species Plant-
arum 3, síða 417.
Sum tað skilst, so er umrødd ein planta, ið
er eitt sindur øðrvísi enn vanligt fjørukál,
Cakile maritima. Tað er ikki greitt av tekst-
inum, um tann plantan, sum teknarin hevur
teknað eftir, er innsavnað í Føroyum ella í
Danmark. Plantan er funnin bæði í Suður-
vesturjútlandi (millum Ribe og Varde) og í
Føroyum. Tað verður sagt frá, at presturin
H.C. Lyngbye hevur funnið plantuna í Før-
oyum. Lyngbye var í Føroyum í 1817 fyri at
kanna taravøksturin, men hann hevur eisini
havt ans fyri øðrum plantum. Lyngbye er
kendur í Føroyum fyri sínar kvæðaupp-
skriftir.
J.W. Hornemann, professari, (1770-1841)
er ritstjóri á Flora Danica. Teknað og rist
hevur Johan Th. Bayer.
Fjørukál veksur í Føroyum, har sand-
strond er, og einans har. Utbreiðsla á mynd 4.