Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 142
146
TÆR ELSTU MYNDIRNAR AV FØROYSKUM PLANTUM
Vár-blálilja
(.Scilla verna Huds.)
Fyrsta føroyska plantan, ið er teknað í Flora
Danica, er blálilja.
Utgávuárið er 1771, og myndin er numm-
ar 568.
Teksturin til myndina er soleiðis:
TAB. DLXVIII.
Hyacinthus stellaris bifolius germanicus.
C.B.P. 45.
Scilla, bifolia, floribus erectiusculis paucio-
ribus. Linn. S.N. 243. Huds. 124.
Steden. Paa Færøe, hvorfra Feldskier Hr.
Schrøder har nedsendt den.
Tað merkir: Tveyblaðað, týsk stjørnuhya-
sint. C. Bauhinus: Pinax theatri botanici 45.
Tveyblaðað skilla við nakað upprættum,
heldur fáum blómum. C. Linnaeus: Systema
Naturae (12. útg. 1767) 243. W. Hudson:
Flora anglica 124.
Tann fyrr nevndi G.C. Oeder, professari,
sum er ritstjóri á verkinum, hevur skrivað
tekstin. Martin Rossler teknaði og litlegði,
og faðirin Michael Róssler risti tekningarnar
í koparplátur.
„Feldskier Schrøder“ var landslæknin
Christian Gotlob Schrøder. Hann var føddur
í Slesiu 1724, gjørdist lækni og kom til
Keypmannahavnar í 1755. Har var hann
biðin um at taka við landslæknastarvi í Før-
oyum. Hann so gjørdi og kom til Føroya í
1756. Burtursæð frá einum hálvum ári búði
hann tað, ið eftir var av ævi síni, í Føroyum
(+1781). Hann giftist Onnu Elisabeth
Hammershaimb (1740-1780), ið var dóttir
Jørgen Frands Hammershaimb (1688-1765).
Tey fingu 4 børn: eitt teirra er sonurin Johan
Henrich Schrøter (sonurin skrivast við t,
faðirin við d), seinni prestur í Suðuroy
(Matras 1973).
Blálilja er sjáldsom planta hjá okkum í
dag, men veksur ofta í mongd, har hon er. Á
kortinum á hesi síðuni sæst útbreiðsla í Før-
oyum, mynd 1.