Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 1
Hin heilagi login
Jens Pauli Heinesen
Lesur tú um tað, sum hendi í tingstovuni
annan jóladag fyri hundrað árum síðani,
kemur tú fram á orð og máliskur, ið ljóða
heldur sjáldsamt í okkara oyrum, tey líka-
sum hóska ikki í tíðini, tey eru sum fremm-
andir fuglar, ið vit hava eina hóming av eina-
ferð hava verið til, men sum nú eru vorðnir
søga, ið ikki tekst aftur.
Har verður millum nógv annað skrivað
um „hin heilaga logan í barminum á monn-
um“. Um „elddópin“, skald og hugsjónar-
menn fingu. „Undrið hendir, landsmenn
hittast í hugtakandi sameining“, og tá „kom
føroyska medvitanin rættiliga undan kavi“.
Eitt og hvørt mannalív, sum røkkur upp í
ellisár, hevur farið ígjøgnum sín barndóm,
ungdóm, manndóm og aldurdóm. Eisini
tjóðirnar hava sína lagnu, eisini tær skulu
ígjøgnum tey tíðarskeið, ið gera eina lívsævi,
bert eru teirra tíðarteinar ólíka drúgvari enn
ein mannalagna mált við menniskjans alin.
Skulu vit fara eftir hesari myndini, hava
vit havt ein langan og strangan barndóm,
um vit hugsa um ta mentanarligu síðuna av
søgu okkara. Vit hava grulvað leingi og
stakrað, til vit endiliga náddu ferming-
araldri.
Ferming merkir konfirmatión, og hyggi
eg í latínsku orðabókina at upprunatýdn-
inginum av hesum orði, er hann hesin:
Styrking, festing, uggi, eggjan ella sum tað
stendur: Eggjan og styrking av einum stakr-
andi, mótlítlum ella sorgarbundnum sinni. í
hesum týdningi var jólafundurin okkara
mentanarliga konfirmatión.
Hvat hildu so fólk um h nda konfirmant-
in? Vóru tey errin av honum, og ynsktu tey
honum góða eydnu við framtíðini? Eftir øll-
um at døma hevur hann í flestra manna
eygum als ikki verið nakar strálandi svana-
ungi, men heldur tann mishátti dunnuungin,
ið fáur vildi kennast við, tí skrivað stendur
eisini: „Trýst elur móttrýst, um rætt og
bragdligt lív skal skapast". Tað vóru ikki øll,
ið sóu hin heilaga logan í barminum. Tey
snerktu við og fýltust á og stakraðu fram-
vegis. Man tað vera hetta, Chr. Matras hugs-
ar um, tá ið hann yrkir:
Summi lúgvast tíðliga
og leggjast fyri,
onnur halda ferðin
er uttan virði,
fylgja so við streymi
uttan vilja -
ganga øll í dreymi
og einki skilja
Fróðskaparrit 36.-37. bók (1988-89): 5-7