Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 7
TJÓÐSKAPARRØRSLA SUM SØGULIGT FYRIBRIGDI
11
Og hvat við teimum føroyingum, sum í
1906 atkvøddu ímóti „tilboðnum“, og teim-
um, sum í 1946 ikki atkvøddu fyri loysing?
Mundu teir ikki kenna seg sum føroyingar
fyri tað?
IV
Tjóðskaparkensla er sambært Hans Kohn
„a state of mind“ - ein sinnisrørsla og ein
hugsanarháttur, ein kensla av at vera partur
av einum størri samanhangi og mannahópi.
Sambært enska heimspekinginum Ernest
Gellner í verkinum Nations and Nationalism
(1984) kemur tjóðskaparkensla og seinni
tjóðskaparrørsla fram sum eitt samfelagsligt/
sálarligt aftursvar á einu ávísum stigi í søg-
uni, tá ið ávísar fyritreytir eru til. Gellner er
við „deterministisku“ sjónarmiðum sínum
nær skyldur marxistiskum heimspekingum
og søgumonnum, uttan at hann sjálvur kann
sigast at vera marxistur.
Nógvir rithøvundar, sum nevnt serliga
marxistar, men eisini ikki-marxistar, sum t.d.
Gellner, seta framkomuna av tjóðskapar-
kenslu og -rørslu í samband við framkomuna
av eini borgarastætt, sum aftur er eitt sam-
felagsligt úrslit av menning í handli og ídn-
aði. Gellner heldur, at í landbúnaðarsam-
felagnum er eingin tráan eftir, at mentanar-
lig og politisk mørk verða tey somu. Tað
verður als ikki hildið at vera undarligt, at
teir, ið umsita samfelagið, eru útlendingar -
heldur ein fyrimunur. Eitt høvuðseyðkenni
fyri landbúnaðarsamfelagið er, sigur hann,
at bert fá fólk duga at lesa og skriva. Ið
hvussu er dugir bert ein lítil bólkur, ein
„elita“, at nýta skriftmálið. I sama samfelag
verða sostatt bæði ein fjølment lágmentan
og ein fáment hámentan - og ímillum hesar
mentanir er lítið samband. Tað búskaparliga
framkomna samfelagið, ídnaðarsamfelagið,
hevur sum fyritreyt nógv størri samgongu-
møguleikar (kommunikatiónsmøguleikar)
millum stættir og samfelagsbólkar sum heild.
M.a. tí mugu fólk flest duga at lesa og skriva;
neyðugt er at útbúgva fólkið, um samfelagið
skal mennast. 011 mugu hava møguleika at
gerast partur av eini hámentan, og tí mugu
almennir myndugleikar fáa til vegar eina
felags útbúgvingarskipan. Soleiðis verður
samfelagið meira samanhangandi - meira
einvorðið (homogent) - og hetta ger eina
sálarliga samanrenning, sum nationalisman
í veruleikanum er, lættari og náttúrligari.
Men samstundis sæst sjónskari munurin á
framkomnum miðøkjum og minni fram-
komnum útjaðarøkjum. Serliga fólk úr út-
jaðarøkjunum, sum hava fingið eina há-
mentan í teimum framkomnu miðøkjunum,
síggja munin, tá ið tey koma heim aftur og
fara at virka fyri verkligum framburði. Er
fólkið í einum sovorðnum útøki ein serstak-
ur etniskur bólkur við egnari mentan, sum
t.d. máli, gerst'ein sovorðin rørsla lætt ein
tjóðskaparlig rørsla.
Men hon er tá ikki sprottin úr fólkinum
sjálvum út frá søguligum og mentanarligum
fyritreytum, men beint øvugt: er nakað
óektað, sum komið er inn á fólk uttaneftir.
Sum ta skilst, verður sostatt langt ímillum
Gellner og eldri granskarar.
Eg nevni Ernest Gellner serliga av teirri
grund, at hann - sum ikki er søgumaður,
men heimspekingur (professari í heimspeki
við The London School of Economics) - at
hann nú á døgum tykist vera ein teirra, ið
hava ta størstu undirtøkuna eftir ummælum
og greinum um evnið í ritgerðum at døma.
Men hóast sumt hjá honum væl kann hóska
til gongdina hjá okkum, so kann ið hvussu er
ikki alt. Hetta verður komið aftur til.
Men tað er neyvan rætt, at eitt búnaðar-