Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 78
82
HVUSSU EIGUR KIRKJUMALIÐ AT VERA?
enn vanligt var í føroyskum talumáli tá, sum
hann sigur var so nógv blandað við hálv-
danskt, at tað var hvørki danskt ella før-
oyskt. Hetta var jú ein av atfinningunum at
Schrøter, at hann hevði brúkt orð, sum fólk
flest ikki skiltu longur.
Táverandi viðareiðisprestur, Sørin Søren-
sen, setti fólk at lesa úr týðingini hjá Schrø-
ter og sigur, at summi av teimum hildu, at
føroyskt mál - ella kanska serliga einstøk
føroysk orð - var ikki nóg hátíðarligt sum
bíbliumál. Hetta er sjálvsagt tí, at fólk eru
ikki von við føroyskt.
V.U. Hammershaimbs dómur yvir Schrø-
ters týðing er ógvuliga harður. Og tó at hann
sigur tað sama sum Sørensen - uttan at
brúka somu orð - meinar hann tað øvugta.
Schrøter hevur drigið tað heilaga orðið
niður í „den laveste sfære i deres røgstuer“,
soleiðis tekur hann til7. Tað vil siga, at
Hammershaimb heldur, at málbúnin er ov
gerandisligur, t.e. ov lítið hátíðarligur. Hjá
Hammershaimb er tað ikki sum hjá Søren-
sen, at føroyskt mál í sær sjálvum ikki er nóg
hátíðarligt, men tað er tann føroyski mál-
búnin hjá Schrøter, sum ikki er nóg góður og
reinur.
Vit hava longu her í sambandi við týðing-
ina hjá Schrøter tvey sjónarmið, sum ganga
aftur og aftur: 1. at bíbliumálið og kirkju-
málið skal liggja so nær tí danskt ávirkaða
talumálinum, sum til ber, og 2. at tann dan-
ski arvurin skal lúkast burtur úr málinum,
og tað skal vera so reint føroyskt sum
gjørligt, og tá má sjálvsagt gerast, sum
Schrøter gjørdi: at leita fram orð og máltil-
far úr gomlum føroyskum máli og fáa tað
aftur til brúks.
Tað, sum altíð ger orðaskiftið um mál-
spurningin, ikki bert um kirkjumálið, ósak-
ligt, er, at í somu løtu sum hetta seinna sjón-
armiðið verður gjørt galdandi, stingur seg
upp skuldsetingin, at tað er íslendskt. Men
hinvegin verður ongantíð funnist at donsk-
um-føroyskum brongli.
J.P. Gregoriussen umsetti nakrar bíbliskar
tekstir, partvíst hevur hann gjørt tað saman
við Hammershaimb8. Stutt eftir, at spurn-
ingurin um føroyskt sum kirkjumál var
komin á tingborð, segði ein sambandsmaður
á tingi -J.J. Dahl - at hann hevði einki
ímóti, at føroyskt varð brúkt í kirkjuni, men
skuldi tað vera „hammershaimbskt“, vildi
hann heldur hava danskt9. Týðingin hjá
Schrøter er í hvussu so er ikki „hammers-
haimbsk“, t.e. hevur ikki sama dám, sum
málið hjá Hammershaimb. Men tað hava
týðingarnar hjá J.P.G. Tað sama má sigast
um bíbliusøguna hjá Jógvani Poulsen10 og
týðingina av Jóannesar evangeliinum hjá
A.C. Evensen11.
I kjakinum um bibliu- og kirkjumál verður
nógv sagt til verju fyri tað danskt ávirkaða
málið. Men tann einasti, sum hevur týtt á
henda hátt, er Victor Danielsen - tað er týð-
ing hansara av Nýggja Testamenti (NT), sum
kom í 1937. Nú er semja um, at málið í
týðingini er vánaligt, og stórur munur er
millum hesa týðing og týðingina av Gamla
Testamenti (GT) og nýggju týðingina av NT
í 1949 og eisini týðingina av NT hjá Jákupi
Dahl, sum kom í heftum frá 1923. Tað má
kallast ein nýggj týðing, sum Victor Daniel-
sen kom við í 1949. Týðingin av Jóannesar
evangeliinum hjá Dahl er gjørd um sama
mundið sum Victors týðing, og somuleiðis
kom lestrabókin ílýsing hjá Dahl út tað árið,
Victor Danielsenbyrjaði at týða. Og tað má
sannast, at stórur munur er millum mál-
búnan í hesum verkum. Tað er sjálvsagt ikki
rætt at meta málið við nútíðar alin, men sum
her víst á er tað eisini vánaligt mál sammett