Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 19
TJÓÐSKAPARRØRSLA SUM SØGULIGT FYRIBRIGDI
23
XVIII
Hesin veruleiki fekk týdning, tá ið kríggið
var komið. Hin gamla politiska skipanin
virkaði ikki. Tann veruleiki, at føroyingar
fyri fyrstu ferð noyddust at stýra sær sjálvir,
er helst bakgrundin fyri tí stóra vøkstri, sum
Fólkaflokkurin hevði krígsárini - við bert
einum manni í minniluta á tingi - skal helst
síggjast í hesum lýsi. I søguligum saman-
hangi man vera rættari at síggja henda
vøkstur sum eina vaksandi undirtøku fyri
størri sjálvstýri enn sum eina rørslu av
pengamonnum og kapitalistum. Til tess
mundu kapitalistarnir vera ov fáir í Føroy-
um. (Annars varð hugsanin um stovnseting
av sjálvstøðugum føroyskum ríki fyrstu ferð
sett fram sum politisk skrá í 1925 av tí fá-
menta felagsskapinum „Móti loysing" við
Sverra Paturssyni á odda.) Hendingarnar í
1946, sum komu í hæddina við fólkaatkvøð-
una, benda á tað sama. Tað má bert ásann-
ast, at veljararnir (t.e. meirilutin) vóru meira
radikalir í tí tjóðskaparliga stríðnum enn
flokkarnir. Tað tykist greitt frá keldunum, at
eingin av flokkunum ynskti tað úrslit, ið kom
- og hevði heldur ikki væntað tað.
Hvat ið rætt og hvat ið skeivt var hevur
einki við tað søguliga at gera. Tað skal
sleppa at vera politiskt. Søguliga er støðan
tann, at ein partur av føroyingum heldur, at
føroyskur tjóðskapur ikki er ósambæriligur
við eina støðu sum tjóðskaparligur minniluti
í danska ríkinum, meðan ein annar partur
ynskir meira ella fult sjálvstýri.
Har stendur tjóðskaparspurningurin í dag.
XIX
Vanligt er at síggja tjóðskaparrørslu (natio-
nalismu) lýsta sum eitt borgaraligt fyribrigdi.
Er hon tað, má vera til ein borgarastætt og
aftan fyri hana aftur ein ávís búskaparlig og
sosial gongd. Tað tykist trupult at fáa tað
føroyska dømið at hóska inn í hetta saman-
hang. Tá ið tjóðskaparrørslan kom fram í
Føroyum, vóru bert nakrar fáar ættir, sum
við nøkrum rætti kundu nevnast ein borg-
arastætt, eitt „bourgeoisie“. Tað var heldur
ikki ein kapitalistisk borgarastætt, sum frá
aldaskiftinum, tá ið rørslan gjørdist politisk,
styðjaði hana. Tann føroyska borgarastættin
var fyri ein part donsk ella hálvdonsk; men
eisini tann føroyski parturin tykist yvirhøvur
at hava verið ímóti sjálvstýrispolitikkinum.
Hetta var reglan fram í 1930- og 1940-árini,
tá ið partar av vinnulívinum vendu sær til
sjálvstýrispolitikk - ið hvussu er fyri ein part
út frá eini kenslu av danskari líkasælu fyri
føroyskum búskapi og vinnulívi. Bøndurnir
tykjast at hava verið í báðum pørtum. Tað
politiska stríðið í agitatiónini stóð um at-
kvøðurnar frá fiskimonnum og teirra, t.e.
atkvøðurnar hjá einum samfelagsbólki, sum
ikki skuldi verið serliga tjóðskaparligur, um
tjóðskaparrørsla og borgarastætt altíð hoyra
saman. Vøksturin hjá Tjóðveldisflokkinum í
1954 við stuðli frá fiskimanna- og arbeiðs-
mannaatkvøðum bendir eisini á, at tjóð-
skaparrørslan í Føroyum ið hvussu er neyv-
an kann lýsast sum eitt borgaraligt fyribrigdi.
Størri týdning má tann politiska traditión,
sum tíðliga í tíðini varð løgd av politiskum
persónum í ávísum valdømum, hava. Stovn-
an av nýggjum flokkum gjørdi sjáldan broyt-
ing í hetta mynstur. Eisini viðvíkjandi sund-
urbýting í stig kann vera trupult at bera tað
føroyska dømið saman við dømi aðrastaðni.
Tað ber helst til at rokna við tveimum stig-
um, við 1906 sum marki (eitt mentanarligt
og eitt politiskt tíðarskeið). Kanska ber bet-
ur til - sum Miroslav Hroch - at rokna við
trimum stigum: einum mentanarligum fram
til 1901/06, einum við politiskari agitatión