Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 62
66
MÁLSLIGA SAMSVARIÐ í FÆRØSKE FOLKESAGN OG ÆVENTYR
Burturúrløga (ellipsa):
drongur var tað og varð kadlaður Karl 284
Sínámillumfornøvn
Fyrri liður í sínámillumfornavni, „hvør“,
sum sipar aftur til grundliðin (subjekt),
stendur í hvørfalli heldur enn at standa sum
ávirki ella sum stýring:
Eina ferð... fóru teir undir at royna kvør
annan 83
at oysa kvør annan undir við sjógv 139
Klæmint og sonurin Pætur (kadlaður
„harri Peer“) vildu altíð vera kvør ímóti
øðrun 68
Vísandi aftur til ávirki (objekt) stendur
„hvør“ í ávirkisfalli:
Hann tekur at kaga og sær tveir menn
koma inn, kvønn við sínun seyði 104
Aðrenn teir fóru, gav pápin teimun
kvørjun sítt glas 358
Kynsamsvar er, har ið „hvør“ er sjálvstøð-
ugur grundliður.
Tey (drongur og genta) gingu saman, til
gøtan skar sundur, og síðan fór kvørt sín
vegin 357
Trødlini bardust inni, tí kvørt skildaði upp
á annað 192
Men samstøðuskipað við „tey“ stendur
„hvør“ í kallkyni eins og óbundið fornavn
annars stendur í kallkyni, har ið talan er um
fólk (ísálan, animatión):
Til skemtar fara tey (brúdleypsgestirnir) at
siga kvør frá sínum ævintíri 255
Tey (drongur og genta) fáa hug kvør at
øðrun 358
Rímiliga er ikki talsamsvar, soleiðis at
„hvør“ stendur í eintali, um enn orðið vísir
aftur til fleiri:
Teir tóku tá kvør sínar sjey seyðir 22
SAMANUMTIKIÐ
í nútíðarføroyskum er rættiliga stór óvissa
um málsligt samsvar. Her er kannað sam-
svarið í Søgnum og ævintýrum Jákups Jak-
obsens doktara, og niðurstøðan verður, at
har er við fáum undantøkum fast og regluligt
samsvar í umsagnarliði, samstøðuskipan,
javnskipan og undirskipan.
Samsvar er ikki eftir 1) afturbent fornavn
+ herda fyriseting,
2) eftir „navnið“ og „søguna“ sum nevnandi
ávísingarlið og eftirsettu undirliðirnir „kall-
aður“ og „nevndur“ standa í hvørfalli,
3) í eftirsetta ávísingarliðinum „neyðardýr-
ið“,
4) í eftirsettum oavístum ávísingarliði til
staðanavn,
5) í eftirsettum ávísandi fornavni við aftur-
beindum eykasetningi.
6) Greinandi ávísingarliður hevur stundum
fallsamsvar, stundum ikki.
7) Seinni liðurin av samnevnum kann standa
í hvørfalli.
- Harafturat finst hendinga undantak í
navnháttarsamskipan eftir afturbent for-
navn.
Samsvar nýtist sum vera man ikki at vera
í ávístum liði í ytristøðu framman fyri herð-
andi ávísingarlið og er ikki í tiltaluorði (til-
taluorð stendur altíð í hvørfalli).
Har ið gamalt hvørsfall hevur skift til nú-
tíðar hvønnfall, kunnu hesi bæði føllini
standa javnskipað.
Eins og á fornmálinum hevur umsøgnin
„at vera“ talsamsvar við umsagnarliðin