Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 86
90
HVUSSU EIGUR KIRKJUMALIÐ AT VERA?
monnum. Victor Danielsen kundi sum um-
boð fyri fríkirkju, sum einki tilknýti hevði til
myndugleikarnar, virka ótarnaður av lógum
og fyriskipanum, og hansara virksemi var tí
ongantíð drigið inn í tað politiska stríðið um
málið. Hann kendi tí heldur ikki sviðan av tí
mangan beisku politisku móstøðuni móti
móðurmálinum á sama hátt sum Dahl og
A.C. Evensen. Tað er eisini grundin til, at
Victor ikki hoyrir við í eini viðgerð av tí
politiska stríðnum um móðurmálið. Hann
hevði tí heldur ongar politiskar mótstøðu-
menn, sum hann skuldi vísa og standa til
svars fyri, at føroyskt bíbliumál kundi vera
eins gott og vakurt og øll onnur mál.
At enda kunnu vit spyrja, hvussu tað ber
til, at týðingin hjá Dahl serliga av brøvunum
í NT kennist heldur tung. Svarið er upplagt:
Dahl heldur seg so nær til tann upprunaliga
grikska málbygningin sum gjørligt, so at vit
viðhvørt næstan kunnu siga, at Dahl bert
hevur umsett orðini og ikki setnings-
bygningin við tí úrsliti, at orðini eru føroysk,
men orðalagingin er griksk. Hetta er ikki
sereyðkenni fyri Dahl, men soleiðis hevði
allastaðni í Europa verið umsett síðan
ortodoksa tíðarskeiðið í 17. øld. Tankin hjá
Victori Danielsen at gera eina lættfatiliga
týðing hevur neyvan verið tann sami sum
nú, ið alt skal tyggjast fyri fólk og glíða niður
við ongum ómaki. Heldur hevur tankin verið
tann sami sum hjá trúbótartýðarunum, at
fólk, sum dugdu at lesa, eisini skuldu kunna
lesa Halgubók. Soleiðis týddi Luther, og eftir
hann í Norðurlondum komu í Danmark
Christian den IIIs bibel, í Svøríki Gustav
Vasa Bibeln og í Islandi Guðbrandsbiblía.
Hjá teimum ortodoksu bíbliutýðarunum var
hugsanin, at tað mest umráðandi var, at
bíbliuteksturin lá so nær upp at upprun-
anum, sum til bar. At kristin fólk áttu at
kunna lesa Halgubók á móðurmálinum, var
endamálið hjá báðum teimum føroysku
týðarunum.
Samanumtikið kann sigast, at vit hava
tvey høvuðssjónarmið málinum viðvíkjandi:
1. eitt danskt ávirkað mál, ið lá táverandi
talumálinum so nær, sum til bar, og 2. eitt
mál, har tað danska árinið var lúkað burtur
í so stóran mun sum møguligt, so at tað var
eitt reinari føroyskt mál. Ein stórur partur
av teimum, sum vildu varðveita tað danskt
ávirkaða málið, vóru fólk, sum ikki skrivaðu
á føroyskum. Størsti parturin av teimum,
sum skrivaðu, vóru hygnir um móðurmálið,
eisini teir sambandsmenn, sum royndu lut-
víst at halda aftur í at geva loyvi til at brúka
føroyskt mál, eitt nú Jógvan Poulsen og
Fríðrikur Petersen.
Við bíbliu- og kirkjumálinum hevur før-
oyskt mál fingið nýggj orð, og gomul gloymd
orð eru tikin fram aftur og verða ikki bert
brúkt í kirkjum og samkomum, men.eisini
annars millum manna. At hetta hevur ríkað
mál okkara, kunnu ikki vera tvær meiningar
um. At tað hevur gjørt móðurmálið reinari
føroyskt, er heldur eingin ivi um. Eg minnist
gomul fólk, sum talaðu á møtum og sum
lósu úr danskari bíbliu. Mál teirra var ein
ótrúligur vavstur av donskum og føroyskum.
Tað er einki at ivast í, at tað er mangt og
hvat at finnast at í málinum hjá teimum, sum
prædika nú, men yvirhøvur man tað vera
eitt hampiligt mál, og í hvussu so er, er præd-
ikumálið hjá prestunum í stóran mun ávirk-
að av bíbliumálinum hjá Dahl.
Tað ber til - tað er gongdin í føroyskari
málsøgu eitt prógv um - at benda eitt mál
inn á ávísa leið. Men - tað mugu vit gera
okkum greitt - vit koma ongantíð á mál. Vit
vita, hvussu eymir eitt nú týskarar og frans-
ar eru um síni mál, sum so nógv tala, og sum