Fróðskaparrit - 01.01.1989, Síða 89
Eitt íkast til eina fjølbroyttari mynd av sjónleika-
framførslunum áføstulávint 1889
Um leikrit eftir Súsonnu Helenu Patursson
Malan Simonsen
„Veðurføst“
Eitt tað fyrsta tiltakið hjá Føringafelag í
Havn var føstulávintshaldið í marsmánaði
1889 - góðan mánað eftir at felagið var
vstovnað. Limirnir hittust eina ferð um vik-
una til at fyrireika føstulávintssamkomuna,
og leygardagin 2. mars verður lýst fyri sjón-
leikaframsýning tann 3. og 4. mars kl. 7
seinnapartin.1 Dimmalætting kunngjørdi
hendingina soleiðis:
Der vil blive spillet „Veðurføst“ originalt
færøsk Skuespil i 2 Akter, samt „Gunnar
Havreki", Sørgespil i 3 Handlinger.2
Leikirnir eru ávikavist eftir Súsonnu Helenu
Patursson (1864-1916), hann er evnið í hesi
grein, og eftir Rasmus Effersøe (1857-1916).
Leikirnir fingu stak góða undirtøku, ting-
húsið var fult, og leikirnir vórðu fyrst tiknir
upp aftur 10. mars,3 og síðani einaferð aft-
urat:
Den dramatiske Forestilling blev efter der-
om fra flere Sider ytret Ønske gjentaget i
Søndags Aftes og skjønt det var fjerde Gang,
disse to første færøske Stykker bleve op-
førte, vare alle Pladser optagne, ja der var
endogsaa adskillige, som ønskede at faa
Billetter efter at alt var udsolgt.4
Og undirtøkan var so góð, at sýningarnar
góvu vinning,5 tí Dimmalætting heldur fram:
Nettoindtægten er delt imellem Foringafelag
og Enken efter Husmand Daniel Joensen,
Strænder, som forulykkede under Stormen
den 8de f.M.6
Tað næsta, sum er at finna um leikin „Veð-
urføst“, stendur í Varðanum í 1925 og er
eftir Kristin í Geil (1877-1935). Hann leggur
dent á, at konufólk hevur skrivað hann:
Veðurføst, sjónleikur í trimum pørtum, av
frúnni Sannu Helenu Patursson í Kirkjubø.
(...)
Og hann samanber „Veðurføst“ við Gunnar
Havreka soleiðis:
Meðan fólk sat í einum skellilátri yvir tað
skemtiliga spælið í Veðurføst, fullu ússalig
konufólk í óvit, tá Gunnar havreki ynkiliga
umkomst í bølaniðu og sjóvaródn á teatur-
gólvinum. Líka so spakur og hendingarleys-
Fróðskaparrit 36.-37. bók (1988-89): 93-105