Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 53
Málsliga samsvarið í Færøske Folkesagn
og Æventyr
Jeffrei Henriksen
í vanligari mállæru verður kravt fall-, kyn-
og talsamsvar (kongruens). I nútíðarfør-
oyskum er her kortini, tá ið samanum kem-
ur, stór óvissa.
Nevnt kann verða sum dømi, at á spurna-
bløðum, sum 177 fólk ymsastaðni úr Før-
oyum svaraðu í 1984, og sum høvi vónandi
verður at greiða gjøllari frá seinni, valdu
11% hvørfall (nominativ), 88% hvønnfall
(akkusativ) eftir „vera“ í hesum setningi-
num:
Hon legði hann undir at vera spitalskur/
spitalskan.
43% valdu hvørfall, 56% hvønnfall eftir
„koma“:
Hon legði hann undir at koma fullur/
fullan aftur til húsa.
Ikki færri enn 74% valdu hvørfall og bert
24% hvønnfall eftir „eita“:
Tey mundu latið meg itið Óluva/Óluvu.
Annað dømi. Umsagnarlið (predikativ) til
afturbent fornavn (refleksivt pronomen)
settu um leið 15% fleiri í hvørfall, enn tey í
øðrum líkum førum gjørdu, har ið umsagn-
arliðurin var til annað enn afturbent for-
navn:
1% hvørfall / 99% hvønnfall:
Teir hildu hann liggja deyður/deyðan á
gólvinum,
15% hvørfall / 84% hvønnfall:
Hann segði seg liggja sjúkur/sjúkan í
seingini.
6% hvørfall / 93% hvønnfall:
Tey væntaðu hana at fara at vera sjúk/
sjúka,
22% hvørfall / 77% hvønnfall:
Hann helt seg fara at verða vitleysur/
vitleysan.
Her skal roynast afturímóti at lýsa máls-
iga samsvarið í Færøske folkesagn og æven-
tyr. Tilvísingarnar aftan á dømini eru til
blaðsíðutalið í 2. útgávu (1).
Lítið og einki verður her gjørt burtur úr
tílíkum dømum, sum føroyingum eru máls-
liga sjálvsøgd, t.d.:
at sláa dómaran kaldan 31
Fróðskaparrit 36.-37. bók (1988-89): 57-67